Bjóðaði sjúkuni av

Anne Marie Gøricke málar við stórum mátti og dirvi móti sjúkrahóttan, og hetta endurspeglast í myndunum

Fríggjadagin letur ein framsýning við verkum hjá J. P. Gregoriussen og Anne Marie Gøricke upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Anne Marie Gøricke er fødd í 1948 í Ringsted. Um verkini hjá henni á framsýningini í Galerie Focus er at siga, at eftir herviliga, lívshóttandi sjúku, er hon framvegis í fyribyrgjandi viðgerð. Hesi viðurskifti, saman við hendingum á lívsleiðini, hevur leitt til, at hon brádliga aftur tók málarakynstrið uppaftur, sum ein greið avbjóðing mót sjúkuni, sum als ikki skuldi vinna á henni. Málað er við stórum mátti og dirvi, móti sjúkrahóttan, hetta endurspeglast í myndunum. Hon er øðrum til fyrimyndar, sum stríðast við hóttandi sjúku. Hon dittar sær tí til, og nógv hava eggjað hana til at lata hesa framsýning upp í Galerie Focus.
J.P. Gregoriussen er føddur í 1932 í Havn. Hann er útbúgvin arkitektur í 1960 og stovnaði saman við øðrum Arkitektafelag Føroya í 1981. Hann hevur sett sín serliga dám á byggilistina í Føroyum, bæði sethús, skúlar og nógvar aðrar spennandi bygningar til dømis Listaskálan í Havn. Hann hevur sýnt fram sínar tekningar síðan 1962, millum annað ferðatekningar úr útheiminum. Palli hevur altíð verið sera góður við sín føðibý, Tórshavn, og mangan teknað Havnina. Palli hevur eisini útgivið bøkur við egnum tekningum, serliga kendar eru bøkurnar um kirkjurnar í Føroyum.
Framsýningin er opin fram til 3. apríl.