Diplomatisku viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin hava verið sera spent seinastu vikurnar, aftaná at fleiri vesturlendsk lond hava útvíst russiskar diplomatar í kjalarvørrinum av, at enska stjórnin hevur ákært Russland fyri at standa aftanfyri drápsroyndina móti fyrrverandi russiska njósnaranum Sergei Skripan og dóttur hansara í enska býnum Salisbury í 4. mars.
Men hóast Vesturheimurin síðstu vikurnar hevur tikið stig til diplomatisk átøk móti Russlandi, so forðaði tað ikki amerikanska forsetanum Donald Trump at bjóða russiska starvsfelagnum, Vladimir Putin, á vitjan í USA, tá teir tosaðu saman fyri nøkrum vikum síðan.
Sambært amerikanska blaðnum Washington Post, so bjóðaði Donald Trump russiska forsetanum á vitjan í Hvítu húsunum í eini telefonsamrøðu 20. mars, tá hann ynskti honum tillukku við afturvalinum.
Eitt russiskt embætisfólk í Kremlin, Yury Ushakov, hevur váttað søguna fyri russiska miðlinum RIA Novosti, men upplýsti eisini, at ongar ætlanir eru lagdar fyri eina slíka vitjan. Sarah Huckabee Sanders, talskvinna fyri Hvítu húsunum, váttar eisini sambært Washington Post, at forsetarnir hava tosað um ein møguligan fund og at Washington D.C. varð nevnt sum eitt møguligt stað fyri ein slíkan fund.
Um vitjanin hjá russiska forsetanum verður veruleiki, so verður talan um triðju ferð, at Donald Trump og Vladimir Putin hittast. Fyrstu ferð stjórnarleiðararnir hittust var til G20 ráðstevnuna í Týskland í juli mánað í fjør og hittust teir aftur á einari ráðstevnu í Vietnam í november.