Bjóða heimleysum inn um dagin

Millum 30 og 40 fólk eru hvønn dag á kaffistovuni hjá Blákrossi í høvuðsstaðnum. Eisini heimleys brúka tilboðið

Eyðun Klakstein


Heimleys í høvuðsstaðnum, sum ikki hava hug at ganga á gøtuni allan dagin, hava møguleikan at leita sær á Café Blákrosstovuna, sum hevur opið allar gerandisdagar.

- Øll eru vælkomin inn hjá okkum, og vit seta ongar treytir fyri, hvør kann sleppa inn, sigur Símun Joensen, sum er leiðari av Blákrosscaféina. Caféin hevur opið frá klokkan 14.00 til 22.00.

Fólk sleppa ikki at brúka rúsevni inni á kaffistovuni, men tey sleppa inn, hóast tey eru ávirkað.

- Tá vit lótu upp, var ikki altíð so friðarligt, tí vit løgdu eina linju, sum gestirnir skuldu venja seg við. Men nú eru ongir trupulleikar, og hetta má vera tann friðarligasta caféin í býnum, sigur Símun Joensen.


Eisini heimleys

Seinastu tíðina hevur nógv verið frammi um tey heimleysu í høvuðsstaðnum, og at tey ongastaðni hava at vera um dagin. Um náttina gista tey a Herberginum hjá Frelsunarherinum, men um dagin er stongt har.

Men heimleys eru eisini vælkomin á Blákrosscaféina, og tað eru eisini nógv teirra, sum brúka hetta tilboðið.

- Tá vit lótu upp, høvdu vit opið fyrr á degnum, men vit broyttu nevniliga upplatingartíðirnar, so tey heimleysu kundu fáa meira burturúr okkara tilboði. Nú kunnu tey sita inni hjá okkum til klokkan 10 á kvøldi, tá Herbergið letur upp, greiðir Símun Joensen frá.

Millum 30 og 40 fólk vitja hvønn dag Blákrosscaféina. Fólk av alskyns slagi koma á caféina - rúsevnisnýtarar, avvarðandi og eisini fólk, sum hava verið í viðgerð, brúka Blákrosscaféina. Í miðal eru millum 600 og 800 fólk á Blákrosscaféini hvønn mánað.

Bláikrossur hevur eisini tveir búfelagsskapir, har tilsamans 14 fólk búgva.


Mugu koma í neyð

Símun Joensen sigur, at myndugleikarnir og sjálvbodnir felagsskapir skulu ansa eftir ikki at hjálpa rúsevnismísnýtarum og heimleysum longur út á síðusporið.

- Eingin sleppur at nýta rúsevni inni hjá okkum, og tað má ikki koma nakað stað, har heimleys verða boðin inn um dagin, og tey sleppa at sita og drekka. Gera vit tað, ja, so hjálpa vit teimum longur út, sigur leiðarin av Blákrosscaféini.

- Sjálvandi skulu vit ikki lata tey doyggja í kulda, men vit skulu verða eitt sindur varðin við teimum tilboðum, sum vit bjóða teimum, heldur Símun Joensen.


Stórt hall

Blákrosscaféin fær ongan almennan stuðul, men verður hinvegin rikin við ymsum gávum. Í fjør hevði kaffistovan 88.000 krónur í halli, og í ár rokna tey við um 220.000 krónum í halli.

- Vit hava fingið ómetaliga góðan stuðul frá privatfólki, skipum og øðrum, men tað ber illa til at byggja ein rakstur á gávur. Tí hevði tað komið sera væl við, um vit fingu stuðul frá til dømis Tórshavnar kommunu, sigur Símun Joensen.

Blákrosscaféin hevur í tvey ár roynt at fingið stuðul til at reka caféina, men enn hevur tað ikki givið úrslit. Tórshavnar kommuna læt í 1998 50.000 krónur til raksturin fyrstu tríggjar mánaðirnar, men síðani er fleiri pengar ikki komnir.

Tórshavnar kommuna hevur nú kallað Bláakross inn til fundar um støðuna hjá teimum heimleysu, og hesin fundur skuldi verða seinnapartin í gjár.