Bjóða fólki at halda jólaaftan í KFUK

- Er tað onkur, sum kundi hugsað sær at sloppið við bili til jólaaftanshaldið í KFUK, eru tey vælkomin at siga frá  og syrgt verður fyri, at øll koma trygt heimaftur, sigur Sonja Klein, prestur, sum aftur í ár fyrireikar jólaborð í KFUK

Jólaborð

Tað eru ikki øll, sum hava møguleikan at vera saman við sínum kæru á jólum, og nógvar ymiskar orsøkir kunnu vera til tað. Í staðin fyri at sita einsamallur, er gott at hava onkran at vera saman við jólaaftan.
Í KFUK í Havn hevur jólaaftan verið hildin á hvørjum ári síðan 1993, og soleiðis verður eisini í ár.
Seinastu árini hava Sonja Klein, prestur og maður hennara, Holger Arnbjerg, saman við Jørgeni Dahl, skipað fyri hesum tiltaki, sum plagar at vera sera hugnaligt.
Og aftur í ár taka hesi trý stig til jólaaftanshaldið í KFUK.

Sum vanligt
Sonja Klein sigur, at jólaaftan í KFUK verður hildin á sama hátt sum hjá teimum flestu.
- Klokkan 19 møta fólk til búgvið borð, og tey fáa jóladøgurða við øllum tí, sum plagar at hoyra til. Oman á er rís alamande við mandlugávu.
Hon sigur, at jólaevangeliið verður lisið, og jólasálmar verða sungnir.
- Sjálvandi verður eisini jólatræ at dansa um og øll, sum við eru, fáa persónligar gávur.
Sonja sigur, at eini 25 fólk plaga at halda jól saman í KFUK.

Sigið frá
- Er tað onkur, sum kundi hugsað sær at sloppið við bili til jólaaftanshaldið, eru tey vælkomin at siga frá  og syrgt verður fyri, at øll koma trygt heimaftur, sigur hon.
Sonja vísir á, at skal nóg mikið av mati verða til øll  og somuleiðis gávur til øll, mugu fólk, sum ætla sær at verða við til jólahaldið, lata frætta frá sær.
- Tilber at tekna seg hjá KFUK á tlf. 311928 ella hjá mær og manninum, tlf. 310177, sigur Sonja Klein, prestur.