Felagsskapurin Open Doors hevur nú tikið stig til at savna undirskriftir saman fyri at bjóða Asiu Bibi friðskjól í Danmark og Føroyum. Felagsskapurin vil leggja trýst á donsku stjórnina um at verja frælsisstríðsfólk sum hana, serliga eftir at Ongland hevur noktað at geva henni friðskjól.
Gleðin um at kristna kvinnan Asia Bibi fyrst í hesum mánaðinum varð leyslatin, er um at minka. Pakistanska fólkið er í øðini um, at hon er leyslatin og mótmælisfólk fylla gøturnar í Lahore. Asia Bibi, sum hevur sitið í geglinum í átta ár, dømd fyri at hava spottað profetin, má nú flýggja úr landinum. Enn ikki sakførari hennara veit, hvar hon er, tað segði hann við fronsku tíðindastovuna AFP fyri viku síðani. Pakistanska stjórnin hevur síðani noktað, at Asia Bibi er farin úr landinum, men sakførari hennara er lendur í Hollandi, har hann hevur fingið friðskjól.
Asia Bibi bleiv dømd til deyða fyri at hava spottað Muhammed í einum kegli við muslimsku grannar sínar. Hægsti rættur í Pakistan frídømdi hana fyrst í novembur mánað og setti hana frælsa.
Rói Norðoy sum umboðar Open Doors var fyrr í dag í sambandi við aðalskrivaran René Ottesen í Open Doors Danmark og Føroyum. Teir eru ørkymlaðir um støðuna og trygdina hjá Asiu Bibi og biðja stjórnina gera okkurt sum skjótast.
- Open Doors hjálpir teimum forfylgdu kristnu í heiminum og hóast vit eru glað og takksom um at Asia Bibi er sett í frælsi, so er ein beiskur smakkur av malurt í gleðini. Vit heita tí á donsku stjórnina um at bjóða Asiu Bibi friðskjól, áðrenn tað verður ov seint, sum eina viðurkenning av hennari dirvi sum ein, ið ikki boyggir seg fyri ekstremismu, sigur Rene Ottesen.
Rói Norðoy er samdur.
- Vit í Føroyum eiga eisini eina rødd í hesum. Eg vil heita á føroyingar og okkara politikarar at gera okkurt við hetta, serliga teir, sum sita á Fólkatinginum. Vit eiga ikki at bakka fyri ekstremismu. Somuleiðis eiga vit ikki at svíkja kristnu systkin okkara. Vit hava kjakast nógv í Føroyum um, hvat vit kunnu gera við flóttar og fólk, ið eru hart rakt. Her er ein møguleiki, sigur hann.
Open Doors er tí farið í gongd við at savna undirskriftir fyri at leggja trýst á stjórnina um at bjóða forfylgdu kvinnuni friðskjól. Open Doors er ein kristin áhugafelagsskapur, sum hjálpir og stuðlar forfylgdum kristnum um allan heimin. Gjøgnum lokalar samstarvsfelagar hevur Open Doors hjálpt og stuðla forfylgdum kritsnum sum Asiu Bibi í Pakistan, India, Irak, Sýria og aðrastaðni.
Meðan støðan í Pakistan gerst alsamt verri, bíðar Asia Bibi framvegis eftir einum tilboði um friðskjól. Stórabretlan hevur júst boðað frá, at tey ikki fara at bjóða henni friðskjól, fyri at verja sendistovur sínar. Hvørki danski uttanríkismálaráðharrin, Anders Samuelsen, ella integratións- og útlendingaráðharrin, Inger Støjberg, hava úttala seg í málinum enn.









