Tryggingarefelagið Trygd hevur í dag kunngjørt teirra nýggju biltrygging, har sjálvur bilførarin fær sømdir, ið ikki eru at fáa í dag.
- Biltrygd eitur tryggingin, sum inniheldur nógvar fyrimunir fyri bileigarar, m.a. nógv betri trygging til bilføraran, um hann fær skaða í ferðsluóhappi, og møguleika at fáa sálarliga kreppuhjálp. Eisini er bilhjálpin víðkað, eins og tað nú ber til at tryggja seg móti sonevndum parkeringsbuklum, skrivar felagið í tíðindaskrivi til miðlarnar.
Janus Thomsen er stjóri í felagnum, sigur at hetta er ein roynd frá felagnum at veita betri trygging til føroyskar bilførarar.
- Við nýggju tryggingini verður bilførarin munandi betur tryggjaður. Í roynd og veru hava føroyskir bilførarar havt nógv verri treytir enn hini ferðafólkini í bilinum, tá talan hevur verið um persónsskaðar í sambandi við ferðsluóhapp, har annað akfar ikki hevur verið blandað uppí. Hetta hava vit í Trygd nú gjørt nakað við, og tí kunnu vit sum nakað nýtt í Føroyum bjóða bilførarum eina nógv betri trygging.
Felagið upplýsir, at allar nýggjar tryggingar verða teknaðar eftir nýggju treytunum, meðan verandi kundar mugu venda sær til Trygd fyri at broyta tryggingina.