Hoppi-dillan verður nú eisini íðkað sum liðítrótt. Tað má vera niðurstøðan, eftir at Effo-deildarliðið hjá B36 tók táttin upp leygardagin. Ferðalagið hevði verið á útferð undir Hestbjørgunum, og afturkomnir á Gomlurætt hildu teir, at nú skuldi ein kollektivur drunnur sendast øðrum felag. Valið fall á TB, og so er spurningurin, um tvøramenn taka avbjóðingina upp. Lopið hjá B36-spælarunum sæst á Facebook-vangamyndini hjá B36.










