Bitland nýggjar høvuðspartaeigarar

Bitland hevur styrkt sítt kapitalgrundarlag við einari kapitalhækking á tilsamans 3,2 mió. kr., og samstundis hevur Bitland fingið nýggjar høvuðspartaeigarar. Nýggir høvuðuseigarar í Bitland eru Eik Grunnurin, Royndin, Framtaksgrunnur Føroya og Syntesa.

Harafturat eru 11 partaeigarar, sum hava verið við heilt frá byrjan.

12 føroyskar fyritøkur stovnaðu Bitland sum smápartafelag í 2004 við støði í Bitland Verkætlanini, hvørs endamál er at stimbra nýskapan og altjóðagerð innan tøknifyritøkur í Føroyum. Bitland skal eisini marknaðarføra Føroyar og føroyskar fyritøkur í altjóða høpi.

Í tíðindaskrivi frá Bitlandi verður greitt frá, at ársaðalfundurin í Bitlandi hevur samtykt at hækka partapeningin við 1,6 mió. kr. til kurs 200, so at øll kapitalhækkingin sum nevnt verður 3,2 mió. kr.

Síðani í fjør vár hava stjórn og nevnd felagsins arbeitt við at styrkja kapitalgrundarlagið hjá Bitland.

Rói Egholm er nýggur nevndarformaður. Hinir í nevndini eru Jens Nolsø Dam, Wilhelm Petersen og Petur Zachariassen.