Bitcoin setur met enn einaferð

Tey, ið eiga Bitcoin, fegnast í hesum døgum

"Bitcoin to the moon", siga tey. 

 

Bitcoin-eigarar hava seinastu nógvu mánaðirnar bíðað eftir, at Bitcoin aftur fer at seta met í virði. Nú er bíðitíðin liðug, tí nú er Bitcoin-kursurin enn einaferð komin upp á nýggjar hæddir. Forsprákarar og íleggjarar vóna enn, at hetta bara er byrjanin, og herav kemur slagorðið "To the moon", sum verður nógv brúkt í krypto-heiminum. Hvussu tað fer at gangast Bitcoin í framtíðini er tó ringt at spáa um.

 

Árið 2021 hevur verið nokkso svingandi hjá Bitcoin við nógvum upp- og niðurtúrum. Seinasti toppurin í ár var 13. apríl, tá ein Bitcoin var verd knappar 400.000 danskar krónur. Síðan tá hevur tað gingið heldur striltið, kursurin dalaði nógv, men gjøgnum summarið og heystið hevur hann arbeitt seg upp aftur.  

 

Nú er ein Bitcoin verd meira enn 64.000 dollarar, sum svarar til umleið 410.000 danskar krónur.

 

Her er ein grafur frá Coinmarketcap, sum vísir gongdina seinasta árið:

 

##med2##