Tey flestu, sum hava keypt sær Bitcoin, fegnast í hesum døgum. Populera talgilda gjaldoyrað Bitcoin veksur nevniliga við rúkandi ferð í virði og nærkast nú hægsta kursinum nakrantíð.
Mitt í juli kostaði ein Bitcoin umleið 60.000 krónur, og seinastu vikuna hevur prísurin fyri eina Bitcoin ligið oman fyri 110.000 krónur – svarandi til ein vøkstur á nærum 100 prosent upp á nakrar fáar mánaðir. Og síðan oktober er kursurin vaksin væl meira enn 50 prosent.
Hesin vøksturin kemur ikki óvart á føroyska ríkmannin Niklas Nikolajsen, sum eigur og rekur milliarda-fyritøkuna Bitcoin Suisse, ið veitir tænastur innan Bitcoin og onnur kryptogjaldoyru fyri fólk.
– Eg havi altíð forklárað øllum, sum hava tímað at lurtað, at Bitcoin er framtíðarinnar gull, sigur Niklas Nikolajsen, sum hevur riðið høgt á Bitcoin-bylgjuni líka síðan 2010.
Spurningurin er so, um prísurin fer upp um núverandi metið frá 2017, tá ein Bitcoin var verd 20.000 dollarar – svarandi til umleið 125.000 krónur. Tað roknar Niklas Nikolajsen við. Spurdur, hvørjar væntanir hann hevur fyri Bitcoin í 2021, sigur hann í samrøðu við Sosialin:
– Eitt nýtt ATH (All-time high) fyri Bitcoin. Enn meira útbreiðslu av Bitcoin. Møguliga fyrsta entry fyri stórbankar og pensiónsfeløg.
##med2##
Hesin grafurin vísir gongdina hjá Bitcoin seinastu árini. Y-aksin vísir prísin á einari Bitcoin í USD$ - altso amerikanskum dollarum. X-aksin vísir tíðina frá 2013 til í dag (Mynd: Coindesk.com)