Eftir drúgva viðgerð er Kirkjumálaráðið komið til eina niðurstøðu í øllum teimum átta kærunum, tað í vár fekk móti Hans Jacob Joensen, bispi.
Niðurstøðan í øllum átta førunum er greið. Bispur hevur ikki forbrotið seg.
Allar kærurnar eru væl viðgjørdar áðrenn komið er fram til nakra niðurstøðu, og eisini er bispur sloppin at gera skrivligar viðmerkingar til hvørja einstaka kæru. Kirkjumálaráðið helt tað nevniliga vera neyðugt, at báðir partar sluppu at lýsa síni sjónarmið áðrenn nøkur støða varð tikin. Og eftir drúgva viðgerð kann Kirkjumálaráðið nú geva svar til hvørja einstaka kæru.
Rættur próstsins
Fyrsta kæran, viðgjørd verður í svarinum frá Kirkjumálaráðnum, er frá Andreasi Andreasen, fyrrverandi sóknarpresti í Hvalba. Hann kærir í brævi frá 15. apríl í ár um, at Bjarni Bæk, dómpróstur, førir roknskap við virki hansara sum prestur.
Svarið frá Kirkjumálaráðnum er, at ein próstur ikki kann geva einum presti bindandi ávísingar til prestsins boðan. Men harafturímóti kann ein próstur væl geva boð um, hvussu prestsins virki fyrisitingarliga skal fyriskipast. Kirkjumálaráðið vísir á, at ein próstur leiðir og leggur til rættis arbeiðið fyri prestarnar í próstadøminum, og fevnir hetta eisini um fyriskipanina av skylduni at vera tøkir.
Tá Andreas Adreasen skrivaði kæruna var eingin prestur í Vági, og var Andreas Andreasen tískil noyddur at røkja embætið í Suðuroyar Sunnara prestagjaldi samstundis, sum hann røkti sítt egna. Men hann kærdi, tí honum tóktist, at dómprósturin í alt ov stóran mun helt eyga við arbeiði hansara og kom við ábendingum um, at hann ikki røkti sítt starv nóg væl, hóast hann tá røkti tvey prestastørv.
Men svarið úr Kirkjumálaráðnum sigur, at tað í hesari søk ikki finnur grund til at átala dómpróstin ella bispin fyri eftirlitið.
Prestagarðurin ikki misrøktur
Í sama brævi til Kirkjumálaráðið kærir Andreas Andreasen um, at prestagarðurin í Hvalba er í ógvuliga ringum standi. Tískil søkti hann um eykajáttan til at betra um prestagarðin og eisini um at fáa húsaleiguna niðursetta.
Kirkjumálaráðið vísir til frásøgn frá bispi og staðfestir, at fyrisitingartarligi myndugleikin fyri víðlíkahaldi av føroysku prestagørðunum liggur hjá Føroya Stiftstjórn. Kirkjumálaráðið vísir somuleiðis á, at tað ikki heldur nakra orsøk vera til at halda, at viðlíkahaldið av prestagarðinum í Hvalba verður fyriskipað á annan hátt, enn víðlíkahaldið av øðrum prestagørðum í Føroyum. Tískil heldur Kirkjumálaráðið onga orsøk vera fyri at gera nakað meira við hesa kæruna.
Heldur ikki vil Kirkjumálaráðið blanda seg í, hvussu nógv prestar skulu gjalda í leigu, fyri at búgva í prestagarðinum í Leirum í Hvalba. Kirkjumálaráðið vísir prestinum til at søkja myndugleikarnir í bispadøminum um at gera eina endurmeting av leiguni fyri prestagarðin. Kirkjumálaráðið sigur í hesum sambandi, at um leigan eftir hesa meting verður sett niður, kann talan gerast um at broyta leiguna við afturvirkandi megi, til tann dagin biðið varð um endurskoðan, men longur aftur eigur ikki at verða farið.
Ikki brotið tagnarskylduna
Í brævi dagfest 16 apríl 1999 kærdi Peter O. K. Olofson bisp fyri at hava brotið tagnarskyldu sýna, tá hann í samrøðu í Sosialinum stutt fyri hetta tosaði um gongdina, tá Olofson á sinni varð settur í starv sum prestur í Fuglafirði.
Men Kirkjumálaráðið heldur ikki, at bispur í hesum føri hevur brotið tagnarskyldu sína.
Deknaguðstænasta er ikki guðstænasta
Í brævi dagfest 11. mars 1999 kærdu Andreas Andreasen, Bergur Debes Joensen, Sverri Steinholm, Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer um, at Kirkjumálaráðið í brøvum frá 23. desember 1991 og 21. apríl 1992 hevur sagt, at deknaguðstænastur eru leikmannaguðstænastur, og tí kunnu tær ikki roknast sum vanligar guðstænastur.
Kirkjumálaráðið vísir aftur til frágreiðingar frá bispi. Tað tekur undir við sjónarmiðunum í hesum frágreiðingum og vísir til tað, sum verður sagt um deknaguðstænastur í brøvum frá 23. desember 1991 og 21. apríl 1992.
Eingin mismunur
Í sama brævi kæra somu fimm prestar um, at bispur í sambandi við konfirmatión ger mun á Peter O. K. Olofson og øðrum prestum í Føroyum.
Talan er í hesum føri um, at eftir fyrispurning frá Olofson, hevur bispur noktað Olofson at konfirmera eina gentu, ið var undir konfirmatiónsaldur.
Í hesum føri verður víst til frágreiðing frá bispi, har hann greiðir frá um rætt sín til at sýta Olofson at konfirmera ov ungar konfirmantar.
Bispur rætt at senda annan prest
Í brævi dagfest 14. apríl 1999 spyr Niels Pauli Danielsen, um bispur sambært norsku lóg hevur óavmarkaðan rætt at senda einhvønn prest inn í prestagjaldið hjá øðrum prestum.
Kirkjumálaráðið vísir til svar frá bispi og sigur, at norska lóg má tulkast saman við øðrum nýggjari lógum.
Víst verður á, at í sambært lógini kunnu ein ella fleiri í sóknini søkja um at fáa annan prest at prædika ella halda møti, enn vanliga sóknarprestin. Treytin er tó, at sóknarpresturin gevur loyvi til tess. Men ger hann tað ikki, kunnu sóknarbørnini kæra til bisp ella Kirkjumálaráðið, og verður tað tá teirra avgerð, ið verður galdandi. Og sum Kirkjumálaráðið skilur, hevur bispur í nevnda føri játta kirkjufólkunum, at annar prestur skal prædika.
Lestrarbókin O.K.
Í brævi 9. apríl 1999 kærdi Peter O. K. Olofson fyri aðru ferð til Kirkjumálaráðið um lestrarbókina »Lívið spratt av kærleiks rót«. Hann kærdi fyrstu ferð um hesa bók 14. mars 1996.
Olofson kærdi um, at bispur eftir umbøn frá kirkjuráðnum í Elduvík, hevur givið loyvi til at nýta hesa lestrarbókj í Elduvíkar kirkju. Olfson heldur hesa bók stríða ímóti grundarlagi fólkakirkjurnar.
Kirkjumálaráðið sigur í svarinum, at tað ikki er lutur Petur O. K. Olofsons at avgera, hvørjar bøkur kunnu nýtast til deknaguðstænastur. Tað er nevniliga kirkjuráðið, ið hevur heimild, tá tað snýr seg um deknaguðstænastur.
Bispur fullan rætt
Seinasta kæran í røðini er frá Elsu Jacobsen, trúboðara, og øðrum. Tey kæra um, at bispur tekur Olofson av ræði í Fuglafjarðar Prestagjaldi, og biða tey Kirkjumálaráðið um at traðka til og broyta hesi viðurskifti.
Men Kirkjumálaráðið vísir til norsku lóg, og heldur tað ikki vera neyðugt at gera nakað við málið.