Bispur um løgfrøðiligt kynskifti: Øll menniskju hava sama virði

Øll hava rætt at liva sítt lív í samljóði við ta fatan, tey hava av sær sjálvum

 

Samfelagsliga eiga øll menniskju sjálvsagdan rætt at liva sítt lív í samljóði við ta fatan, ið er sjálvsfatan hins einstaka. Einasta avmarking er, at vit skulu ikki gera okkum inn á eitt annað menniskja. 

 

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í sínum viðmerkingum til uppskotið, sum Løgtingið hevur til viðgerar um at gera tað lógligt at skifta kyn, løgfrøðiliga. Tað merkir, at ein maður, ið følir seg sum eina kvinnu, kann søkja um at p-tal, sum kvinna, og skal kunna velja sær eitt kvinnunavn og at fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass. Tað sama er so galdandi fyri eina kvinnu, ið følir seg sum ein mann.

 

Nú Løgtingið viðger uppskotið, er eisini biskupur biðin um siga sína hugsan um málið. Og hann metir, at fólkakirkjan eigur at síggja menniskjað aftan fyri andlitið, og eigur at síggja menniskjað í menniskjanum.

Hann staðfestir, at tilveran er nógv størri enn tað, ið sæst, ella kann vigast og mátast. Hann sigur, at kenslurnar eiga ikki at verða undirmettar, tí tær eru líka veruligar sum náttúruvísindi. Tí eiga vit at umrøða tvørkynd við virðing og sóma, sigur Jógvan Fríðriksson. 

 

Bispur leggur afturat, at øll menniskju hava sama virði. Tað er eitt eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan, bæði maður og kvinna, hinskynd og samkynd. 



At vera samkyndur og hinskyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja, sigur Biskupur. Og tað er eisini hansara sannføring, at hinskynd og samkynd hava sama virði við somu evnum, dygdum og veikleikum. Einasti munurin ímillum hinskynd og samkynd, er kynsligi samleikin, leggur hann afturat. 


Hann sigur, at spurningurin um at loyva løgfrøðiligum kynsskifti, er eitt mál fyri Løgtingið og tað er ikki eitt mál, kirkjan hevur viðgjørt ella havt til hoyringar. 

Hinvegin vil Biskupur, at fólkakirkjan, onkusvegna, kann vera øllum borgarum landsins til nyttu og hjálpar. »Kirkjan eigur at hava eitt menniskjansligt andlit og endurspegla Guðs son og menniskjað Jesus úr Nasaret«, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at í viðmerkingum til uppskotið sigur Sonja Jógvansdóttir, at ongar avleiðingar eru av uppskotinum, heldur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Men í hesum sambandi spyr Jógvan Fríðriksson um hetta eisini fevnir um prestarnar. Í hesum sambandi spyr hann, um løgfrøðiligt kynsskifti hevur ávirkan á embætið og skyldurnar hjá presti í sambandi við vígslu og hjúnalagi.



– Hóast tað er Løgtingið, ið skapar teir løgfrøðiligu karmarnar í landinum, er tað umráðandi, at embætisfólkið hjá kirkjuni – eins og øll – verða hoyrd og vird fyri síni persónligu sjónarmið á etiska økinum, leggur hann afturat.