Bispur: Hetta er avmarking av talifrælsinum

– Eg skilji hetta, sum byrjanina á einaveldi á tann hátt, at talufrælsi og myndlistafrælsi verður avmarkað, sigur bispur

Danska stjórnin arbeiðir við eini ætlan um, at allar prædikur, sum eru á útlendskum máli í kirkjum og samkomum í Danmark, skulu týðast til danskt. Danska stjórin roynir heldur ikki at dylja, at endamálið er at forða fyri, at víðgongdir muslimar sleppa at føra haturstalu fram í Danmark, og á tann hátt eggja til yvirgang.

Men tað er einki undantøk í hesi ætlanini, og tað merkir, at eisini prædikur í føroyskum kirkjum í samkomuhúsum í Danmark, skulu týðast til føroyskt.

Les: Enn kunnu føroyingar enda í bólki við muslimar

Jógvan Fríðrikson, bispur, sigur í Degi og Viku í kvøld, at hetta er at rokna sum eina avmarking av talufrælsinum hjá kirkjuni. 

– Danskt er javnsett við føroyskt í Føroyum, og føroyskt skuldi verið javnsett við danskt í Danmark, skuldi nakar logikkur verið í hesum systeminum, sigur hann.

– Eg skilji hetta, sum byrjanina á einaveldi á tann hátt, at talufrælsi og myndlistafrælsi verður avmarkað, sigur bispur eisini.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur, at honum upplýst verður arbeitt við eini loysn, har øll málini í ríkisfelagsskapinum verða javnsett og ikki koma undir áleggingina um at skula umsetast til danskt.