Bispavalið snýr seg ikki um kyn og kynslív

63 kirkjuráðslimir høvdu leitað sær til fyrsta valfundin í samband við bispavalið seinni í hesum mánaðinum. Fundurin varð hildin í Læraraskúlahøllini seinnapartin í dag og var meira at kalla tamur Tey fimm valevnini Marjun Bæk, Jákup Reinert Hansen, Bergur Debes Joensen, Uni Næs og Jógvan Fríðriksson mannaðu eitt panel, har tey sluppu at siga síni sjónarmið.

Fjølmiðlarnir vórðu lagdir undir at gera bispavalið til ein spurning um kyn og kynslív, og valevnini vóru samd um, at hetta var ikki veruleikin. Valið snýr seg um at velja ein umsitara fyri kirkjuna og í mestan mun ein leiðara fyri kirkjuna, heldur enn ein andaligan leiðara fyri tey 84 prosentini av føroyingum, sum eru ein partur av fólkakirkjuni.

Annar valfundurin verður í missiónsfundinum komandi týsdag klokkan klokkan 20.

Fundarluttakararnir fingu høvi at spyrja valevnini, meðan pressan, sum var boðin við, fekk munnkurv.