Við eitt stórt borð í bygdarsavninum Forna á Glyvrum sita tvær konur og hyggja at gomlum myndum.
-Evnisframsýningin verður ikki liðug fyrr enn til Eystanstevnuna ljóða boðini frá borðinum.
Konurnar eru Karin Kastalag og Maria Jacobsen. Tær eru í ferð við at leggja seinastu hond á eina framsýning um kristniboðanina í Føroyum. Og myndirnar á borðinum hava samband við kristniboðanina í Føroyum.
Aktuelt evni
Maria Jacobsen sigur, at tað er sera natúrligt at skipa fyri eini framsýning fyri um kristniboðanina, nú 1000 er eru liðin síðani Sigmundur Brestisson sambært søgnini kristnaði Føroyar.
-Tað kemur altíð nógv fólk á gáttina á stevnuni. Tað eru ikki øll sum hava áhuga fyri ítrótti, sigur Maria Jacobsen, sum heldur, at áhugin fyri søgu og siðsøgu er sera stórur. Og áhugin gerst ikki minni av, at kristniboðanin er eitt aktuelt evni í ár.
Bispar og trúboðarar
Karin og Maria hava fingið til vega einar 50 myndir til framsýningina. Í teksti verður sagt frá hendingum og fólkum, ið knýta seg at myndunum.
Framsýningin byrjar við Sigmundi Brestisson og ætlanin er at hava eitt yvirlit yvir katólsku bisparnar. Tá komið er fram til trúbótina gerst framsýningin meira lokal. Tey vitjandi fáa nú nakað at vita um próstar, prestar og trúboðaðar í Eysturoynni.
Framsýningin gert ikki stórvegis burturúr tíðini eftir 1900. Tá eru tær fyrstu samkomurnar byrjaðar í Føroyum. Menn sum próst Dahl, Victor Danielsen og William Sloan, og teir yngru bisparnir sleppa kortini upp í part.
Umframt persónsgallaríið vísir framsýningin eisini støð í Eysturoynni, ið hava tilknýti til kristnilívið. Eisini eru fotomyndir av siðsøguligum áhuga - eittnú av bátsferðum í sambandi við barnadóp.
Spennandi krókar
Tey, sum fara í Forna á Eystanstevnu fáa tvey fyri eitt.
Tí umframt evnisframsýningini um kristniboðanina eru aðrar áhugaverdar framframsýningar í húsinum.
Í niðaru hæddini er ein roykstova, við nógvum gomlum lutum og arbeiðsamboðum. Í ovaru hæddini eru bæði stova, køkur, handil og sovikamar, soleiðis sum tey tóku seg út í 1800 - og 1900 -talinum. Og í gongini er ein lítil myndaframsýning um annan heimsbardaga í Føroyum.
Tískil skuldi eingin vandi verið fyri at nakar fer at keða seg, tá ið tey fara aftur í fortíðina.
Hetta er 15 evnisframsýningin í Forna síðani bygdarsavnið lat upp í 1988.
Forvitnisligur lutur
Bygdarsavnið Forni hevur nógvar áhugaverdar lutir, at vísa fram.
Ein av teimum mest sjáldsomu, man vera hetta apparatið ella stativið. Hvat tað er veit eingin við vissu at siga. Danska tjóðsavnið hevur gjørt sínar metingar, men er ikki komið gátuni nærri. Tað einasta tjóðsavnið heldur seg vita fyri vist er, at hetta er ein sjáldsamur lutur, ið er gjørdur til eitt heilt ávíst endamál.
Maria Jacobsen á Forna hevur eitt boð. Hon heldur, at talan kann vera um eitt stativ, at seta brotið bein í - eitt slag av badasju, ella gipsi. Spjákar hava verið setir um brotna beinið, sum síðani hevur verið skrúvað fast í stativið.
Tað einasta vit vita fyri vist er, at luturin stavar frá Niðaragerði í Søldarfirði og hann er 100-150 ára gamal. Mennirnir í Niðaragerði vóru grótlaðarar, og tað er lætt at hugsa sær, at teir onkuntíð hava brotið bein ella fót, vísir Maria á.










