Fyri fleiri túsund árum síðani vóru bisonoksar á Bornholm, og nú eru teir komnir aftur. Í dag vórðu sjey stórir bisonoksar sleptir leysir. Fyribils skulu teir halda til á einum øki, sum er sum 400 fótbóltsvøllir til víddar, men um fimm ár skal støða takast til, um teir skulu sleppa at ganga leysir á oynni.
Teir sjey bisonoksarnir, seks kýr og ein tarvur, eru komnir úr Póllandi, og teir eru partur av einari aliverkætlan, sum hevur til endamáls at bjarga tí evropeiska bisonoksanum, sum hann ikki skal doyggja út.
Hildið verður, at tað eru millum 2.500 og 3.000 villir bisonoksar eftir í heiminum.










