Í hesum døgum arbeiða tríggjar løgtingsnevndir við spurninginum um, hvussu eitt lógaruppskot um at loyva borgarligari vígslu til tey samkyndu, kundi verið snikkað saman. Ein neyðug lógarbroyting, sum liggur á borðinum nú, ávirkar fólkakirkjuna. Tann lógarbroytingin viðførir, at tað verður positivt nevnt í lógini fyri fólkakirkjuna, at vígsla í kirkju einans er fyri hinkynd. Hetta tekur ovasti myndugleikin í fólkakirkjuni tó ikki undir við. Í hoyringssvarið til løgtingsnevnd hava stiftstjórn, felagið fyri kirkjuráðslimir og prestafelagið gjørt greitt, at:
· Vit meta tað vera prinsipielt skeivt at diskriminera ávísan bólk av fólki í løgtingslóg um Fólkakirkjuna.
Hendan møguliga lógarbroytingin og aðrar við viðføra, at biskupur nertir við tankan um at einskilja kirkjuna frá landinum.
- Lat meg siga tað soleiðis, at við virðing báðar vegir ber væl til at halda fram við tí samstarvi, sum fólkakirkjan og landið eru um. Men verður lóggivið inn í kirkjuna, so er eingin ivi um, at tað fer at hava avleiðingar so ella so, sigur Jógvan Fríðriksson.
Les størri samrøðu við Jógvan Fríðriksson, í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í kvøld og kring landið í morgin.