- At Magnus Brahé Jørgensen hevur valt at leka hetta til miðlarnar er so hansara ábyrgd. Eg viðgerið ikki starvsfólkaviðurskifti í miðlunum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, í kvøld.
Rættiligt rok hevur tikið seg upp um prestin í Klaksvík, tí biskupur hevur kallað hann inn til fund í komandi viku, og samstundis biði hann lata vera við at fara til arbeiðis aftur, inntil fundurin hevur verið.
Biskupur sigur, at tað eru trý evni, sum teir skulu viðgera á fundinum, og tað er, bústaðarviðurskiftini, tænastubýtið ímillum prestarnar og drykkjuskapur.
Magnus Brahé Jørgensen sigur seg einki kenna til trupulleikarnar, sum biskupur nevnir.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur við in.fo í kvøld, at hann kann vátta, at Magnus Brahé Jørgensen er kallaður inn til samrøðu, men vil annars ikki gera viðmerkingar til málið.
- Eg fái ikki sagt meira, meðan málið er til viðgerar, sigur biskupur.










