BISKUPSVAL
Tað ber ikki til at siga, at føroyingar beinleiðis hava nakra siðvenju ella royndir, tá talan er um biskupsval. Hetta staðfestir Bergur Berg, fulltrúi í Mentamálaráðnum, ið er einasta starvsfólk í ráðnum, sum arbeiðir burturav við kirkjumálum.
Í 1557 fór tann síðsti bispurin eftir siðaskiftið í Føroyum til Noregs, og ikki fyrr enn í 1990 fingu Føroyar aftur egnan bisp. Tó fingu føroyingar varabisp í 1963 og aftur í 1973. Sostatt er biskupurin, sum nu skal veljast bert tann triði í røðini í góð 450 ár.
Tað er tí lítið at ivast í, at valið sum verður hildið í september verður fordømi fyri biskupsval í framtíðini, nú føroyska heimastýrið hevur yvirtikið fólkakirkjuna, og tá fæst m.a. at vita, um núverandi lóg forðar fyri óneyðugum taktikki og øðrum, ið altíð vil hoyra til eitt val.
Biskupsvalið varð herfyri útskrivað av danska kirkjumálaráðnum. Orsøkin til, at tað júst er danska kirkjumálaráðið, ið hevur útskrivað biskupsvalið, hóast kirkjan er yvirtikin, er tann, at Mentamálráðið metti, at tað hevði seinkað valinum óneyðuga nógv, um bíðast skuldi eftir yvirtøkuni, nú verandi bispur, Hans Jacob Joensen, gjørdi av at fara úr embætinum 30. november.
Hóast nógv verður gitt, hvør man fara at verða nýggjur bispur, so er enn vónleyst at siga, hvør verður vígd ella vígdur sum nýggjur bispur í Dómkirkjuni tann 25. november. Valið fer fram á tann hátt, at bert prestar og kirkjuráðslimir hava atkvøðurætt. Uppskot til biskupskandidatar skulu verða Stiftsstjórnini í hendi í seinasta lagi 3. september, og kravt verður, at hesi skulu hava í minsta lagi hava 50 og í mesta lagi 150 stillarar. Hesi skulu eisini verða antin prestar ella kirkjuráðslimir, og tey kunnu bert vera stillarar hjá einum kandidati.
Letur upp fyri taktiskum spæli
Onkur hevur róð framundir, at ein slík skipan kann vera óheppin, av tí at hon kann lata upp fyri nógvum taktikki, og hesum vísir Bergur Berg ikki aftur. T.d. kann hugsast, at ein stillari fær 150 stillarar, og so ber til við høvuðrokning at rokna seg fram til, at aðrir kandidatar eru verri fyri, tá bert eini 400 fólk hava atkvøðurætt. Serliga trupult verður hjá einum triðja valevni at finna teir kirkjuráðslimir, sum longu eru stillarar, um tvey valevni longu hava tryggjað sær 150 stillarar í part.
Bergur Berg vísir tó á, at núverandi lóg varð sett í gildi við ríkislógartilmæli í 1999, men at lógin, sum var galdandi í 1990, tá biskupsval var seinast, ikki hevði nakað maksimumkrav. Tá var bert tann eini kandidaturin, ið fekk rættiliga stóran part av stillarunum.
Táverandi lóg hevði lágmark, men sum nevnt einki hámark. Viðmerkingarnar frá Prestafelagnum til lógina frá 1999 var, at 150 stillarar sum hámark var ov høgt eftir teirra tykki, tí so kundi sjálv uppstillingin virka sum eitt slag av undanumfari, ið kundi ávirka sjálvt valið. Onkur hevur nevnt, at møguliga kundi talið verið sett niður til eini 10 stillarar, harav einir tveir vóru prestar.
- Men vit halda tað vera betonkiligt at fara at broyta lógina mitt í valstríðnum, sigur Bergur Berg, ið ikki avvísir, at ein onnur vallóg til biskupsvalið møguliga hevði verið vald, um biskupsval ikki skuldi verða beint eftir yvirtøkuna. Tí kann hetta valið koma at vísa í verki, hvussu væl núverandi lóg frá 1999 riggar.
- Tað er upplagt, at vit fara at síggja, hvussu hetta valið fer at virka, sigur Bergur Berg, ið heldur, at tey seinni kanska í lógarsmíðnum kunnu byrgja fyri taktiskum atlitum.
Valstríð áðrenn sjálvt valstríðið
Bergur Berg ásannar tó, at núverandi lóg kann føra við sær, at valstríð og taktikkur longu kunnu byrja, áðrenn sjálvur »valdysturin« byrjar, tvs. byrja verður at »reka« longu áðrenn 3. september, tá møguligir stillarar skulu hava sagt gott fyri sínum kandidati.
Teoretiskt ber eisini til at rokna út, at tilsamans hava eini 8 prestar í føroysku fólkakirkjuni møguleika at savna nóg mikið av stillarum, men talan verður tó neyvan um so nógvar.
Enn er ikki ásett, nær navnið á nýggja bispinum verður funnið. Heldur ikki er greitt, nær freistin hjá prestum og kirkjuráðslimum verður fyri at atkvøða, tí tað er ikki avgjørt enn. Tó er greitt, at hóast tilgongdin verður so long, sum hon kann blíva, verður alt klárt til at víga nýggja biskupin sunnudagin 25. november.
Sambært lógini skal frumatkvøða verða um nýggjan bisp. Tvs. at tey sum hava valrætt fáa bræv við postinum, sum tey síðan skulu senda aftur inn eina ávísa freist. Verða fleiri enn tvey valevni, og eingin hevur fingið fleiri enn 50 % av atkvøðunum, verður skipanin eins og í t.d. tí franska forsetavalinum, har atkvøðast skal umaftur um tveir teir kandidatarnar, ið fingu flestar atkvøður í fyrra umfari. Eru bert tveir kandidatar, og hesir hava fingið eins nógvar atkvøður, skal avvarðandi ráðharri taka avgerð um, hvør skal innstillast sum bispur.
Ein valnevnd við Stiftsstjórnini og umboðum úr Próstadømisráðnum stýrir allari valtilgongdini, og uppteljingin skal sambært lógini fara fram, um hetta er gjørligt, »i fuld offentlighed«.
Bispur fær nógv umsitingarligt arbeiði
Begur Berg sigur, at frá politiskari síðu hevði helst verið ynskiligt at fingið so nógvar lógir sum gjørligt, sum ikki vórðu samtyktar fyri yvirtøkuna, so skjótt samtyktar í Løgtinginum sum gjørligt.
- Men tað er reelt ringt at fyristilla sær, at alt lógararbeiðið verður liðugt áðrenn november, sigur Bergur Berg. Eitt nú er ætlanin, at bæði ein politiskur og ein kirkjuligur fylgibólkur framhaldandi skulu fylgja lógarsmíðnum. Tó hava tvinnar lógir verið til hoyringar og eru klárar at leggja fyri Tingið í heyst, uttan so at tær skulu bíða eftir teimum lógunum, ið ikki eru lidnar enn.
Fulltrúin í Mentamálaráðnum dylur heldur ikki fyri, hóast málið er, at einki verður broytt, verða tey noydd at enduruppfinna nógv í sambandi við lógarsmíðið, sum hann tekur til, og at tann nýggi bispurin uttan iva fær nógv umsitingarligt arbeiði at takast við og nýggjar fyrisitingarligar spurningar attaka støðu til – serliga tey fyrstu árini eftir yvirtøkuna.
- Uppgávurnar hjá bispi eru nógvar, hóast tær kanska ikki altíð eru so eyðsýniligar.
Bergur Berg sigur, at myndin um svanin, ið er friðarligur og hvítur, men sum er í full sving við at arbeiða og spjálka við fitjunum undir vatnskorpuni, saktans kann brúkast um bisp.
- Bispurin er krumtappurin millum tann verðsliga og kirkjuliga myndugleikan, sum møtast í Stiftsstjórnini, sigur fulltrúin, ið minnir á, at hetta arbeiðið kemur at fylla nógv hjá bispi.
- Tað kemur alt umframt tær meira sjálvsøgdu, burturav kirkjuligu uppgávurnar, sum fólk síggja og kenna.
Spurdur, um hann hevur varhuga av, at biskupsvalið longu er byrjað handan leiktjøldini í kirkjuráðunum í Føroyum, sigur Bergur Berg avgjørdur.
- Ja, vit hava ein varhuga av, at valstríðið er byrjað.
-- -- -- -- -- -- -- -- --
MYNDATEKSTUR
Dysturin um, hvør skal ganga á odda fyri tí føroysku kirkjuni er longu farið í gongd. Kanska kann dysturin longu verða avgjørdur, áðrenn valið byrjar
-- -- -- -- -- -- -- -- --
FAKTA
ANORDNING NR. 886 FRÁ 8. DECEMBER 1999
§ 4. Kirkeministeriet fastsætter en frist for anmeldelse af kandidater ved afstemningen. Anmeldelsen, der indgives til vedkommende stiftsøvrighed, skal være underskrevet af mindst 50, højst 150 stemmeberettigede stillere og skriftligt tiltrådt af den opstillede kandidat. Den, der er stiller for flere kandidatlister, kan ikke anses for stiller for nogen af listerne. (…)









