Hugleiðing
Tíðin stendur ikki í stað. Dagur dettur av degi. Ættarlið koma og fara. Umhvørvið broytist og fær nýtt skap. Roynt verður at varðveita. Seint gongur. Alt kostar og tekur tíð. Nútíðin krevur so nógv av okkum øllum, siga tey. Nógv fer undir asfalt og betong. Stórar gravmaskinur kunnu eftir lítlari løtu forkoma tí, sum forfedrar okkara bygdu og bygdu sítt lív á.
Frálíka myndin, sum vit tóku í góðveðrinum í Klaksvík mikudagin, er av Biskupsstøð í Klaksvík.
Her hevði Nólsoyar Páll sína gongd, tá ið hann var í vælmaktini og var bóndi í Mykjanoyri. Við støðna, sum helst er løgd út í sjógvin fyri hansara tíð, bygdi hann neyst, úthús og hjall.
Brita Biskupsstøð veit at siga, at pápi hennara, Hans, átti gróthúsið, hjallin og helmingin av neystinum. Hin helmingurin var kongs. Tey plagdu at hava hoygg í gróthúsinum, og í kjallinum turkaðu tey kjøt og høvdu íløt við saltmati.
Fyri fleiri árum síðan keypti kommunan hesar ognir og hevur ætlað at varðveitt tær, men enn er bert tað eina húsið sett í stand. Av hinum húsinum stendur bert ein partur av laðaðu grundini eftir.
Eins og sjálv Biskupsstøð er gomul, eru laðaðu húsini søgulig. Her hava hendur Nólsoyar Pálls lyft steinarnar oman á hvønn annan.
Eisini er hugsandi, at hendur Nólsoyar Pálls hava verið við til at lagt fleiri av steinunum úteftir støðni, vit síggja á myndini.
Bøtast skuldi jú eisini um støðna, sum tíðin leið...
Brita veit at siga, at Nólsoyar Páll tók ikki Royndina Fríðu upp á Biskupsstøð, men beint uttanfyri Varpabrúnna, sum er norðanfyri verandi ferjulegu í Klaksvík.
Slík støð, sum Biskupsstøð í Klaksvík, fáa tankarnar at leita aftur til teirra, sum við sínum hondum skaptu sær tilverugrundarlag við tí, sum sjógvurin og bøurin kundu geva.