Biskuparnir í Danmark eru samdir um, at tey vilja taka av rættin hjá fólkakirkjuni at velja frá eitt nú kvinnuligar prestar.
Tað skrivar Aarhus Stift í tíðindaskrivi, eftir at biskuparnir hittust fyri at kjakast um evnið í síðstu viku.
Tí hava biskuparnir nú sent út eina áheitan á Kirkjumálaráðið um at taka undantakið í javnstøðulógini fyri fólkakirkjuna.
Allir biskupar vóru samdir á fundinum.
Peter Skov-Jakobsen, sum er biskupur í Keypmannahavnar Stift, er ein teirra, sum hevur sagt sína hugsan um, at undantaksreglan átti at verið strikað.
– Kunngerðinr, sum frítekur fólkakirkjuna at fylgja javnstøðulógini, er farin um sína tíð. Við at avtaka hana fer fólkakirkjan at sendi eitt greitt signal um, at vit seta ikki prestar eftir kyni, men eftir kvalifikatiónum, teologiskum meining og andaligum siðum.
– Tað fría prestavalið verður ikki ávirkað av, at handan avoldaða kunngerðin verður tikin úr lógini, sigur hann í tíðindaskrivinum, skrivar tíðindastovan Ritzau.
Í Føroyum eru 31 prestar. 22 menn og 9 kvinnur. Tað merkir, at 29 prosent av prestunum eru kvinnur og 71 prosent eru menn.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum varð valdur til biskup fyri júst 15 árum síðani í dag, segði við Kringvarpið í morgun, at tað er bara einaferð hent, at ein kvinna, sum hevur søkt prestaembæti í Føroyum, ikki hevur fingið starvið.
Hann segði, at orsøkin til, at so fáir kvinnuligir prestar eru í Føroyum er, at ov fáar kvinnur søkja størvini.