Hetta er 15. árgangur av blaðnum og innihaldið í ár er fjølbroytt. Stuttsøgur er eftir Steinbjørn B. Jacobsen, Lydiu Didriksen, Frits Johannesen og Sólvør Patursson Niclasen. Yrkingar eftir Jóngerð Poulsen, sólrun Michelsen og Høgna Egholm Magnussen.
Freydis Poulsen skrivar brot úr Oyra søgu, Johannes Andr. Næs áhugaverda frásøgn um Gøtuna á Fjalli, og Sjúrður Poulsen skrivar um tríggjar minnisverdar hendingar í Skúgvi.
Myndprýtt hava Gyðja Didriksen, Gunnvør Joensen, Frits Johannesen og Maria Smith. Forsíðumyndina hevur Sámal Jákup Joensen tikið eina summarnátt á Fjallavatni.
Lagt til rættis Birting hevur Niels Nattestad.