Birte Weiss ikki valevni

Birte Weiss verður ikki valevni, tá Fólkatingið tann 6. oktober aftur skal velja fólkatingsformannin. Poul Nyrup Rasmussen sigur, at hansara flokkurin einki valevni hevur

Eirikur Lindenskov


Í gjár gjørdi Fólkatingsins 1. næstformaður, Birte Weiss, greitt, at hon ikki verður valevni til formansstarvið, tá fólkatingið aftur skal velja formann, tá Fólkatingið kemur saman tann 6. oktober.

Birte Weiss var annars valevni til formansstarvið, tá formaðurin skuldi veljast eftir fólkatingsvalið í mars. Men stjórnarflokkarnir høvdu ikki meiriluta einsamallir, og tørvaði teimum atkvøðuna hjá Jóannesi Eidesgaard fyri at fáa Birtu Weiss valda.

Jóannes Eidesgaard vildi ikki taka lut í atkvøðugreiðsluni, tí hann hevði lovað ikki at blanda seg í danskan politikk. Samstarvið millum Javnaðarflokkin í Føroyum og í Danmark var heldur ikki serliga »heitt« í hesum døgum.

Hevði Birte Weiss ikki stillað upp til formansvalið, so hevði hon helst hildið fram sum ráðharri - men av tí at stjórnin varð skipað áðrenn formansvalið, so enda Birte Weiss sum vanligur vanligur fólkatingslimur.

? Eg respekteri avgerð hennara, og havandi breiða samstarvið í Fólkatinginum í huga, fer Javnaðarflokkurin ikki at koma við øðrum valevnum, sigur Poul Nyrup Rasmussen í stuttari viðmerking.