Birnumálið: Ákærdi avhoyrast í august

Rættarsakin móti grønlendska manninum, sum er ákærdu fyri at hava dripið íslendksu Birnu Brjánsdóttir, verður ikki fyrrenn í august. Hetta hóast innleiðandi rættarfundur er longu í morgin.

 

Tað skrivar grønlendska Sermistiaq í kvøld.

 

Ákærdi noktar seg sekan í at hava dripið íslendsku gentuna, hóast hann játtar, at hon hevur verið í bili hansara.

 

Sjey av manningini á Polar Nanoq skulu avhoyrast í Íslandi í morgin, men ákærdi maðurin skal avhoyrast í august, tí ein forkláring frá rættarmedisinsku serfrøðingunum er ikki komin aftur. Kanningin er gjør í Týsklandi. Tí kann maðurin ikki avhoyrast enn.