Birnumálið: Annar maðurin leyslatin í dag

– Tað er ikki grundarlag fyri at hava hann varðhaldsfongslaðan longur, sigur løgreglan

Annar maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið 20 ára gomlu íslendsku gentuna, Birnu Brjánsdóttir, verður leyslatin í dag.

 

Tveir av manningini á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, hava sitið varðhaldsfongslaðir í tvær vikur og í dag skulu teir aftur fyri rættin.

 

Men kringvarpið í Íslandi, Ruv, sigur, at annar maðurin verður latin leysur í dag, tí grundarlag er ikki fyri hava hann varðhaldi lomngur.

 

Men hann er kortini framvegis skuldsettur í málinum.

 

Samstundis fer løgreglan at biðja um, at hin maðurin framhaldandi skal sita í varðhaldi.

 

Løgreglan sigur við RUV, at enn hevur ongin játtað seg sekan í drápinum

 

Maðurin, sum løgreglan vil hava sitandi í varðhaldi, er tann, sum fór avstað aftur í bilinum, sum er settur í sambandi við drápið.

 

Tveir av manningini vóru í bilinum, men teir koyrdu oman á bryggjuna, har annar maðurin fór úr bilinum og umborð. Hin fór síðani avstað aftur og kom ikki aftur fyrrenn fýra tímar seinni. Tað hevur kortini ikki eydnast løgregluni at fáa greiði á, hvar hann hevur verið.

 

Løgreglan sigur, at teir fáa alsamt fleiri prógv, men enn verður bíða eftir endaligu frágreiðingina um líkskoðanina, umframt at bíðað verður eftir úrslitinum av ymsum lívfrøðiligum royndum, sum eru sendar til kanningar.

 

Birna Brjánsdóttir fer til gravar seinnapartin í morgin úr Hallgrimskirkjuni, og foreldrini hava heitt á fjølmiðlar um at lata tey fáa frið undir jarðarferðini og ikki at taka nærmyndir av teimum.

 

Aftan á jarðarferðina verður ervi í einum hangari hjá íslendsku bjargingartænastuni.