Birna Winther (fødd Zachariassen) farin

Birna var dóttir Louis og Ninu Zachariassen. Hon tólk realeksamiu í Havn 1949 og fór tíðliga í 50´unum niður til Danmarkar, har hon gjørdist sjúkrasystir. Hon var eina tíð aftur í Føroyum og arbeiddi á Dr. Alexandrines hospitali, men fór skjótt avstaðaftur - og kom síðani at starvast í Danmark; - tó var hon eisini eitt stutt skifti í Norra og virk­aði sum sjúkapleygirska. Tíð­liga í 60´unum giftist hon við Finn Winther – og tey settu búgv á Hybenvej 4 í Virum, har Birna treivst sera væl við sínum vakra, hugna­liga og vælrøktaða blomstur­hava.
Birna fór stillisliga um, men hon hevði kortini nógv at fortelja og dámdi væl de­batt, tá ið man var komin at kenna hana. Hon var eitt sera vit­andi og kulti­verað fólk, sum javn­liga var at síggja í Føroya­hús­in­um á Vestaru­brúgv, tá ið fundir ella fyri­lestrar vóru.
Pápi hennara, Louis Z. var sera aktivur í politikki og var leingi formaður í Sjálvs­stýrisflokkinum, sum tá ar­beiddi heilt tætt saman við Javn­aðarflokkinum. Hetta elvdi til herviligan ágang móti Louis í fleiri ár; t.d. vórðu set­hús­ini hjá hon­um ótrú­liga illa viðfarin og út­­klínd við bæði materiellari og andi­ligari óhumsku. Har­aft­urat varð ofta framdur grovur telefoniskur terror móti teirra húski. Politiið kundi ikki klára at verja hús­ini hjá Louis móti terror og ráddi teimum viðhvørt at flyta út á bygd, men tað vildi Louis ikki hoyra. Tað var tí ikki tespiligt at vakna mang­an morg­un í barna­døg­un­um hjá Birnu og síggja heimið hjá for­eldrunum verða so illa terrori­ser­að. Hetta kom at merkja Birnu fyri lívs­tíð. Hon var van­liga ikki beisk­hugað, men tá ið man tos­aði við hana um ta døpru krígs­tíðina, kundi hon blíva ógvu­liga ironisk og taka hvass­orðað til: ”…TEIR høvdu onga med­lidin­heit við nøkrum, teir respek­ter­aðu eingi menniskjarættindi – vit fingu ikki húsafrið, og man lá hjartkiptur nátt eftir nátt í bangilsi og andvekri”. Ótangarnir herjaðu allar­harð­ast á Louisar hús, tá ið Birna átti at havt sína mest sorg­leysu tíð, men hennara barna­ár frá 8 til 13 blivu alt annað enn tryggleiki – hon kom ofta ræðslu­sligin í skúla, og hennara barna­kor gjørd­ust eitt afturvendandi nervakríggj og ein sera álvar­som traumatisk av­bjóð­­ing fyri eitt smábarn. Hon fekk beinleiðis brenni­merkt sín føroyska barn­dóm – hetta var ein orsøk til, at henni ongantíð longd­­ist aftur til Føroya. Finn og Birna fingu eingi børn, men hon var barn­góð og var ógvu­liga fegin um síni systir- og bróðir­børn, sum hon ofta vitj­aði og tosaði um. Men hon legði altíð afturat: ”Teirra politisku sjónarmið læri eg ongantíð at acceptera, men tey hava heldur ikki tær erfaringar og tær præmissurnar, sum eg havi”.
Birna Zachariassen og Atli Dam vóru javngomul og av tí, at pápar teirra so ofta sóust, skrivaðu, filosoferaðu og debatteraðu, komu børnini at kennast væl og spældu nógv saman, meðan tey ótolin bíð­aðu eftir, at páparnir skuldu gera seg lidnar við ”Føroya heimastýrisframtíð”, tí tað var næstan altíð tað aftur­vendandi temaið hjá Louis Z. og Petur Mohr Dam.
Birna bleiv 81 ára gomul og varð fylgd til gravar frá Virum kirkju í gjár, tann 19. september. Friður verið við minninum um menta­kvinn­una Birnu, sum síðstu árini aftur var farin at kalla seg við gentunavninum, Zacha­riassen.
-----
Virgar T. Dalsgaard