Tann 18. juli byrjar rættarmálið um morðið á íslendsku Birnu Brjánsdóttir.
13 av manningini á Polar Nanoq skulu vitna í málinum. Grønlendski maðurin, sum er skuldsettur í málinum, sigldi við Polar Nanoq, har eisini onkur føroyingur sigldi við.
Tað var meðan Polar Nanoq lá við bryggju í Íslandi, at hendingin fór fram, og seinni vórðu tveir grønlendskir menn undir sjóneykuni hjá løgregluni, men tann eini slapp leysur aftur.
Hin hevur verið vaðhaldsfongslaður síðani í januar, og er skuldsettur í málinum.
Unga íslendska gentan hvarv, men aftaná leiting í eina viku, varð líkið tann 22. janunar funnið í sjónum nakað sunnanfyri Reykjavík.
Skuldsetti grønlendski maðurin noktar seg sekan, skrivar Sermitsiaq.