Birna Brjánsdóttir: Kanningararbeiðið næstan liðugt

Løgreglan er næstan liðug við kanningarnar av morðinum á Birnu Brjánsdóttir.

Løgreglan í Reykjavík er næstan liðug við kanningarnar av morðinum á Birnu Brjánsdóttir.

 

Løgregluni vantar nú bert úrslitini av síðstu lívfrøðiligu kanningunum úr útlondum, innan kanningar eru lidnar.

 

Hetta skrivar Sermitsiaq.

 

Sambært kanningarleiðaranum Grími Grímsson, so snýr tað seg um einar tvær vikur, til alt er avgreitt.

 

Síðani verður sakin latin ákærumyndugleikunum, ið skulu taka støðu til, um ákæra skal reisast móti manninum, ið situr í varðhaldi í samband við morðið.

 

Birna Brjánsdóttir hvarv 16. januar eftir ein býtúr  í Reykjavík, og líkið av henni varð seinni funnið sunnanfyri Reykjavík. Tveir mans av grønlendska trolaranum Polar Nanoq vórðu tiknir í samband við málið, harav annar slapp leysur eftir nærri kanningar. Hin situr enn í varðhaldi, meðan bíðað verður eftir, at kanningarnar eru komnar á mál.