Birmingham er Carling Cup vinnari

Við málum frá Nikola Zigic og Obafemi Martins megnaði Birmingham at vinna 2-1 á Arsenal á Wembley í Carling Cup finaluni. Obafemi Martins avgjørdi finaluna í evstu løtu, eftir eina misskiljing í Arsenal verjuni. Birmingham kom væl frá byrjan og vóru óhepnir ikki at fáa brotsspark tíðliga í dystinum. Fyrrverandi Leeds og Newcastle miðvallarin, Lee Bowyer, var koyrdur umkoll í brotsteiginum, men dómarin dømdi rangstøðu. Sjónvarpsmyndirnar vístu tó, at Lee Bowyer als ikki var rangstaddur.

 

Arsenal spældi seg síðani upp og kom til onkrar møguleikar, men tað var Birmingham, ið skoraði fyrst. Eftir hornaspak var bólturin stútaður móti málinum har tann yvir tveir metra høgi, Nikola Zigic, beindi bóltin víðari í mál.

 

Tað gingu bara góðir 11 minuttir, so javnaði Robin van Persie fyri Arsenal. Andrei Arshavin legði bóltin innfyri úr høgru, har dagsins liðskipari hjá Arsenal var fyrstur á og skoraði.

 

Í seinna hálvleiki var Birmingham nær við at leggja seg á odda, tá Keith Fahey rakti stongina við skoti. Arsenal spældi seg fleiri ferðir í góðar støður, men hvørja ferð var Ben Foster í Birmingham málinum í vegin.

 

Í evstu løtu gjørdi ein misskiljing millum Arsenal málverjan, Wojciech Szczesny, og Arsenal miðverjan, Laurent Koscielny, at Obafemi Martins lættliga kundi prika bóltin í eitt tómt mál.

 

Carling Cup finalan:

 

Arsenal ? Birmingham 1-2 (1-1)

0-1 Nikola Zigic, 28

1-1 Robin van Persie, 39

1-2 Obafemi Martins, 89