Birkblog: Betongbunkari tekur lívið av byggilist í Klaksvík 

– Vónandi fara avvarðandi myndugleikar at seta transformatorkassan úr stalinistiskum sovjettbetongi undir jørð ella aðra staðni, skrivar BirkBlog

Betongbunkarin á Biskupstorgi (Mynd: BirkBlog)

– Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini.

 

Soleiðis skrivar Birgir Kruse, ið hevur BirkBlog. Hann hevur skrivað blog – eina reportasju – úr nýggja miðbýnum í Klaksvík.

 

–  Býlingurin Biskupstorg er veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, skrivar hann og rósar nýggju íbúðarbyggingini.

 

Men ein betongbunkari – eitt tranformatorhús – órógvar upplivingina.

 

– Betongbunkarin tekur lívið av allari byggilist innast í vikini í Klaksvík. Og tað er nokkso væl klárað av einum avmáldum kassa sum hesum. Men soleiðis er við fagurfrøðini. Tað eru tey heilt lítlu inntrivini, ið avmontera alt ta fagurfrøðiliga, sum bygt er upp. Djevulin er í detaljuni, sum arkitekturin segði. Og tað er bæði gott og ilt, hóast greitt tað seinna í hesum føri, skrivar BirkBlog.

 

Bloggurin um Biskupstorg kann lesast í fullum líki her

 

 

 

 

 

Betongbunkarin á Biskupstorgi (Mynd: BirkBlog)