Birita Debes fekk ikki ta byrjanina upp á EM í stuttgeil í svimjing, sum hon hevði ynskt sær, tá hon svam í morgun.
Birita svam 100 metrar rygg og kom á mál við tíðini 1:02.65, sum ikki er besta tíðin hjá Biritu. Tíðin rakk heldur til finalu pláss, sum tey annars høvdu siktað eftir.
Birita eigur annars føroyska metið og juniormetið, sum er 1:01.46 frá NJM 2010
EM í stuttgeil í Herning verður hildið í døgunum 12. til 15. desember. Sjey føroyingar taka lut í svimjikappingunum.