Birita Poulsen er Ársins Songrødd 2009

Í gjár var finalan av Ársins Songrødd hildin á Kambsdali, og 16 ára gamla Birita Poulsen bleiv kosin Ársins Songrødd 2009. Nú er Ársins Songrødd funnin. Seinasta umfarið var hildið í gjárkvøldið í høllini á Kambsdali, og gjørdist tað 16 ára gamla Birita Poulsen, ið fór avstað við sigrinum.

 

Nógvir ungdómar hava roynt seg í undanumførunum, sum hava verið kring landið seinastu vikurnar, og tvey tey bestu frá øllum undanumførunum kappaðust í gjárkvøldið, tá ið dómararnir staðfestu, at Birita Poulsen var tann besta.

 

 

Finalan eitt ordans brak

Umframt sjálva kappingina, var eisini nógv annað á skránni. Vælumtókti Páll Finnur Páll sangarin, Finnur Jensen, var eisini til staðar, og undirhelt hann áhoyrarunum eftir kappingina.

Eisini var ein mótaframsýning á skránni. Tað var undirklædnahandilin SIRI, ið skipaði fyri framsýningini, og ímillum modellirnar var Connie Brockie, sum í næstum verður at síggja í donsku sjónvarpsrøðini Paradise Hotel.