? Tað skal verða soleiðis, at øll kunnu fortelja eina søgu, og at øll eru áhugaverd. Tað skal ikki verða soleiðis, at tú hevur kendar story-tellers. Tað skal vera fyri øll, sigur Birita Nolsø av Ferðaráðnum, sum er samskipari ev ES-verkætlanini Destination Viking í Føroyum.
Ferðaráðið og Fornminnissavnið eru farið í samstarv um hesa trý ára ES-verkætlanina, sum eisini er í øðrum norðanlondum.
? Nú er ætlanin er brúka gomlu bygdagøturnar á Sandi og Skúvoy. At skapa søguleiðir, og fáa kommunurnar at skelta. Umhvørvið í Sandoynni er sera søguligt, sigur Birita Nolsø, sum saman við Regin Debess, Marna Jacobsen, og Julianna Joensen hevur verið á Sandi og Skúvoy og kannað viðurskiftini.
Men Birita Nolsø sigur, at møguleiki er eisini fyri at gera søguleiðir kring allar Føroyar.
? Ein kundi gjørt søguleiðir um allar Føroyar, og vónin er, at vit kunnu víðka um virksemi aftaná hesa pilot-verkætlanini. Tað er ongin forðing fyri, at ferðavinnan kring landið roynir at menna teirra søguligu tilboð, sigur Birita Nolsø av Ferðaráðnum.
? Vit hava havt ein søgubólk á Sandi, sum hevur savna søgur inn. Søgurnar er partur av søguleiðini, sigur Birita Nolsø.
hkm
????????
FAKTA
Seks lond eru við í verkætlanini, sum eitur Destination Viking ella Søguslóðir, ið er ein trý ára ES-verkætland. Tey seks londini eru Ísland, Skotland, Noreg, Grønland, Svøríki og Hetland. Hetta er annað árið, at ES-verkætlanin koyrir í Føroyum.
Ætlanin er at skapa sagatrails ella søguleiðir í Føroyum. Hesar skulu gera søgurnar livandi, millum annað við at skelta og vísa á hendingar úr miðøld, sum hava týdning fyri søgurnar.