Birita og Hanus í praktikk á Sosialinum

Í viku 44 og 45 vóru Birita W. Djurhuus og Hanus H. Eysturdal, ið ganga í 10 a. í Tórshavnar Komunuskúla, í praktikk á Sosialinum.

Tey siga, at tey lærdu nógv, og hildu tað vera sera spennandi at síggja hvussu blaðið verður gjørt. Eisini sluppu tey sjálvi út at taka myndir og skriva greinar í Sosialin. Tey trivust væl saman við starvsfólkunum, og vóru m.a við teimun á býráðnum, í Føroya rætti og í løgtinginum. Tey halda at hetta vóru tvær sera spennandi og læruríkar vikur.