Hon var fyrst á málið seinnapartin í 100 metra rygg. Hon svam teinin við tíðini 1.01.04. Tað er nýtt føroyskt met.
Hon skavaði gott og væl tvey sekund av gamla metinum, sum hon eisini átti.
Rókur í Jákupsstovu er næstformaður í Svimjisambandinum. Hann sigur við Kringvarpið, at hann er ovfarin av Biritu Debes.
- Eg standi spyrjandi. Hon svam nógv skjótari enn eg hevði væntað og hon setir bæði junior- og seniormet. Ein ótrúligur viljastyrki, sigur Rókur í Jákupsstovu.