Birita aftur á pallinum

Í dag vann føroyski svimjarin silvur í 50 metra ryggsvimjing í NM kappingini í Gundadali

Tað var rættuliga langt millum føroysku luttakararnar seint seinnapartin, tá ið annar dagurin í norðurlendsku svimjikappingini endaði við finalum.

 

Einasta heiðursmerki til Føroya var tað Birita Debes, sum vann. Hon var næstbest í kappingini í ryggsvimjing á 50 metrum í NM, sum er fyri preseniorar. Tíðin hjá Biritu Debes var 28.76. Harvið var hon tveir tíggjundu partar av einum sekundi aftanfyri svensku Jessicu Eriksson. Á triðja plássi var Elise Næss Olsen úr Noregi í tíðini 29.05.

 

At Birita Debes megnaði at vinna silvur í hesi kappingini er undirstriking av, at hon er før fyri at kappast ímóti teimum bestu í grannalondunum. Um eina viku fer hon at taka lut í EM, sum verður í Herning. Venjari hennara, Petur Heðin á Fløtti, segði eftir at silvurkrónan var vunnin í dag, at hann roknar við, at Birita í Herning fer at megna 50 metra teinin í ryggsvimjing undir 28 sekund. Um tað eydnast, so fer Birita at svimja teinin skjótari, enn hon nakrantíð áður hevur gjørt.

 

Í gjár vann Birita Debes gull á 100 metra teininum í ryggsvimjing.

 

Danmark vann flestar kappingar í dag. Tað vóru 21 finalur. Danmark vann 7, Noreg og Svøríki vunnum 6 í part, og Finland og Estland vunnu hvør sína kapping.

 

Kappingin heldur fram fyrrapartin í morgin.

 

 

Síggið fleiri myndir frá svimjukappingini í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER