Birgitta fór við øllum

Britney Spears-kopi fór við sigrinum í altjóða Grand Prixnum, og harvið gav miðvísa arbeiðið hjá sangskrivanum ynskta úrslitið

Reykjavík: Eingin varð tikin á bóli, tá ið vinnarin av íslendska Grand Prixnum var kosin leygarkvøldið.
Frammanundan gittu øll, at tað fór at vera poppidolið Birgitta Haukdal, sum fór at vinna Grand Prixið. Hon hevur sera stóran fjepparaskara millum tey ungu, og tey fóru at atkvøða fyri henni, sama hvussu sangurin ljóðaði. Soleiðis var eisini.
Hóast bólkurin Botnleðja av álvara var við í kappingini, so kláraðu teir skemtiligu fýrarnir ikki at koppa íslendska Britney-kloninum. Nummar trý gjørdist songkvinnan Tórey Heiðdal.
Birgitta dugdi væl at framføra sangin, sum tó ikki skaraði fram úr hetta kvøldið. Tað var tó ein pakkaloysn við eini ungari populerari gentu og einum typiskum poppsangi, sum skapti vinnaran.

Eitt sterkt lið
Hetta var eisini ætlanin hjá sangskrivaranum Hallgrími Oskarsson, sum hevði gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri vinna Grand Prixið hesaferð.
Slaturin vildi vera við, at hann hevði lagt nógv fyri í royndini at fáa Birgittu at syngja sangin, og harafturat fekk hann eisini hendur á manninum, sum framleiddi tónleikin til tann íslendska Grand Prix-sangin, sum hevur fingið besta úrslitið gjøgnum tíðirnar.
Tí var tað eitt sterkt lið, sum Hallgrímur hevði mannað, og úrslitið var eisini haraftur.
Fyrstu ferð, íslendingar valdu vinnaran við atkvøðugreiðslu, var tað kanska best umtókti sangarin millum ung, sum fór avstað við sigrinum. Hvussu sangurin fer at standa seg í altjóða Grand Prixnum er ein onnur søgu.