Leygardagin 21. juli fyllir Birgith Maria við Sandá seksti ár.
Birgith er elsta dóttir hjá Solveig og Óla Christian Jacobsen, sum búðu á Dalavegi 9 í Tórshavn.
Í 1969 byrjaði hon at arbeiða hjá A. P. Bendtsen á Eystaru bryggju í Havn, eisini arbeiddi hon á Skipafelagnum Føroyar í nøkur ár.
Tann 1. februar í 1988 byrjaði hon á sjúklingaskrivstovuni á Landssjúkrahúsinum, og er hon framvegis í hesum starvi. Mong munnu tey vera sum hava notið gott av hennara vakra og blíða lyndi.
Í 1972 giftust hon við Torkil Ingvardsson við Sandá, og eiga tey børnini: Beinta, John, Óla Christian, Herborg og Benny. Birgith eigur 9 ommubørn.
Í 2004 bleiv Birgith rakt av álvarsligari sjúku, men við Guds hjálp og kønari læknahond gjørdist hon aftur frísk.
Á føðingardegnum er hon burturstødd. Vit ynskja Birgith hjartaliga tillukku.
---
T