Flogbóltsleikarin, Birgit Guttesen, sum seinastu árini hevur leikt við Mjølnir, hevur skrivað sáttmála við Frederiksberg Volley, sum gjørdist nummar fýra í donsku Elitudeildini seinasta kappingarár.
Birgit sigur, at tað var ein føroyskur leikari, ið áður hevði leikt við felagnum, ið hevði viðmælt hana til Frederiksberg Volley.
Eg fekk so ein fyrispurning frá venjaranum fyri felagið, ið spurdi, um eg ætlaði mær til Danmarkar. Eg svaraði, at um eg fekk arbeiði og eitt stað at búgva, var tað ætlanin. Hann svaraði, at tað skuldu tey nokk syrgja fyri, sigur Birgit Guttesen.
Hon hevur tískil skrivað undir sáttmála við felagið, uttan at venjarin hevur sæð hana spælt.
Á heimasíðu felagsins sigur venjarin, Lars Engell:
»Birgit er en utrolig dygtig og fysisk stærk spiller. Udover at være blevet kåret til bedste spiller på Færøerne i flere omgange, er hun naturligvis også en del af det færøske landshold. Jeg glæder mig meget til at Birgit bliver en del af vores trup, og jeg er sikker på hun nok skal blive en værdifuld spiller for os«.
Eisini liðfelagarnir hjá Birgit, Eina Kalsø og Sofía Purkhús, verða knýttar at felagnum, nú tær fara niður til Danmarkar at lesa.










