Birgit Guttesen: - Vit duga kynstrið

Birgit Guttesen, sum áður hevur leikt við SÍ, men síðani er flutt til Klaksvíkar og nú spælir við Mjølni, var sum vera man sera fegin um steypasigurin.

Birgit Guttesen, sum áður hevur leikt við SÍ, men síðani er flutt til Klaksvíkar og nú spælir við Mjølni, var sum vera man sera fegin um steypasigurin.
- Hetta kundi ikki verið betri, staðfestir hon stutt, áðrenn vit tosa um hvat riggaði væl hjá teimum.
- Eg vil siga, at alt riggaði. Móttøkurnar, álopið og so eisini servurnar, sum vóru betri enn í fjør. Tær vóru betri enn teirra, og so spældu vit eisini sum eitt lið, sigur Birgit.
Hetta er annað árið á rað, at Mjølnir vinnur steypakappingina, somuleiðis sum hetta er triðju ferð í verandi kappingarári, at tær vinna á SÍ.
- Vit eru sjálvtryggar. Vit eru komnar í eina stima, har vit eru vanar at vinna, og tað haldi, at vit duga væl. Vit duga at vinna, og tað er eitt kynstur, sigur Birgit Guttesen, sum er í holt við sítt triðja kappingarár í Mjølni.