Í blaði fyri tveimum vikum síðani varð nakað skrivað um, tá ÍF fyri 17 árum síðani vann 1-0 í Vági. Hetta var seinasti sigurin hjá ÍF í Vági fram til í ár.
Í greinini skrivaðu vit, at ta ferðina var tað Meinhardt Dalbú, sum var málskjúttin í tepra sigrinum, men hetta er tó ikki heilt rætt.
Málskjúttin í dystinum var Birgir Thomsen, so vónandi skuldi tann parturin nú verið komin upp á pláss.











