Birgir Nielsen er 52 ára gamal, útbúgvin búskaparfrøðingur, og hann eigur og rekur ráðgevingarfyritøkuna Nira. Birgir Nielsen hevur áður starvast bæði í føroysku fíggjarvinnuni og øðrum vinnufyritøkum, har han hevur starvast sum ráðgevi, leiðari og stjóri, umframt at han hevur sitið í fleiri nevndum síðstu mongu árini.
– Eg havi fingið nógvar áheitanir síðstu tíðina, og tí havi eg tikið av at stilla upp fyri Fólkaflokkin. Eg vóni sjálvandi at fáa eitt gott val persónliga, men tað hevur sanniliga eisini týdning fyri meg at vera við til at reka eitt valstríð fyri Fólkaflokkin, so vit fáa borið Fólkaflokkin úr andstøðu og inn í eina nýggja samgongu, sigur Birgir Nielsen í tíðindaskrivi, sum Fólkaflokkurin hevur sent til miðlarnar í morgun.
Birgir Nielsen gjørdist formaður í P/F Betri 21. apríl í 2017 og legði frá sær sum nevndarformaður í august í fjør eftir eitt stríð um ein leigusáttmála við Tórshavnar kommunu um læknamiðstøð í einum bygningi í Kirkjustræti í Hoyvík. Ein sáttmála, sum P/F Betri helt seg hava fingið í gamla bygningin hjá Brunatrygging á Hálsi í Havn.
Stríðið, sum elvdi til, at Birgir Nielsen mátti leggja frá sær sum formaður í P/F Betri, snúði seg um 100.000 krónur, sum Birgir Nielsen gjøgnum ráðgevingarfelag sítt Nira, skuldi havt fingið. Hann er lagdur undir at hava fingið pengarnar fyri sølu av bygninginum, men segði sjálvur, at hann hevur fingið tað sum endurgjald fyri leigu av bygninginum – og ikki fyri sølu.
Sum nevndarlimur í Betri samtakinum kanst tú ikki kappast við Betri ella nakað av dótturfeløgunum hjá Betri. Tað eru hesar skuldsetingar, sum Birgir Nielsen segði, at hann ikki vildi hava skuldu geva Betri samtakinum negativa umtalu, tí valdi hann at leggja frá sær.
Sambært áðurnevdna tíðindaskrivi frá Fólkaflokkinu sigur Birgir Nielsen, at vilji og dirvi til broytingar eigur at eyðkenna eina nýggjari samgongu við Fólkaflokkinum sum stjórnarberandi flokki.
– Eitt nú kunnu nevnast broytingar í fiskivinnupolitikkinum, pensjónspolitikkinum, og skatta- og avgjaldspolitikkinum, sigur hann.










