Birgir Hansen: hetta er lagnustundin hjá VÍF

Í Atlantic Airways kappingini í hondbólti hevur VÌF fimm stig upp til H71, sum liggur á 2. plássi. Fyri Birgir Hansen, hondbóltsviðmerkjara er eingin ivi um, at VÌF má heim aftur við tveimum stigum, tá dysturin ímóti StÍF í høllini á Skála er liðugur sunnudagin. Hann metir tó, at talan verður um ein torføran dyst. Í høllin á Hálsi í Havn møtast Kyndil og KÌF, og har hellir Birgir meira til KÍF.

 

Kapprenningin um 2. plássið í tí fremstu kvinnudeildini er uppá tað harðasta. Kyndilskvinnur taka ímóti VB í einum dysti, sum kyndilskvinnur mugu vinna fyri at halda fast um 2. plássið. Birgir undirstrikar tó, at talan verður um ein torføran dyst, tí VB er betri enn stigatalvan vísur. VÌF/Tjaldur hevur sama krav í útidystinum ímóti StÍF á Skála, tær mugu vinna fyri at halda tørn, men Birgir heldur, at eisini hjá VÌF/Tjaldur kann talan gerast um eina torføra uppgávu.

 

Tað ber til at hoyra prátið Rás2 hevði við Birgir Hansen undir greinini.