Eystari landsrættur hevur hert dómin, sum fyrrverandi formaðurin í HB fekk fyri at hava fingið ein útlendskan spælara hendanvegin uttan at lúka treytirnar.
Í oktober í fjør bleiv dømdi Føroya rættur Birgir Enghamar 10 daga treytað hefti við eitt árs royndartíð, tí hann hevði fingið ein útlendskan fótbóltsspælara til Føroya uttan at lúka treytirnar um at geva honum løn.
Nú hevur málið verið fyri í Eystara landsrætti, sum herdi dómin, skrivar Dimmalætting.
Í landsrættinum bleiv fyrrverandi HB-formaðurin dømdur 60 dagar treytaða fongsulsrevsing við tvey ára royndartíð.










