Birgir er føddur í Klaksvík 8. desember 1954. Í 1956 flutti hann saman við foreldrunum, Jastrid og Jørgen Enghamar (1928-74), sum tá høvdu búð í Klaksvík í tvey ár, til Havnar at búgva.
Birgir var sjómaður og sigldi í mong ár. Frá 1978-80 búði hann í Vági.
Seinnu mongu árini hevur hann koyrt sum hýruvognsførari í Havn, fyrst á bilstøðini Bil og síðan 1988 í Auto. Hann var formaður í Aksturvinnufelagnum Samfylking í nøkur ár.
Í desember 1999 kom Birgir í nevndina hjá fótbóltsfelagnum HB, og síðan 2001 hevur hann verið formaður í felagnum.
Hann er sera nærlagdur í sínum arbeiði, og í sínum arbeiði í HB hevur
hann brúkt nógva tíð seinnu árini, og væl hevur hildnast. Av fýra árum sum
formaður, hevur besta liðið hjá felagnum verið FM-vinnari tey trý.
Birgir er framvegis virkin sum fótbóltsleikari, og hevur seinastu árini spælt við 5. deild hjá HB. Her er tað eisini blivið til nøkur heiðursmerki, og okkurt av teimum er úr gulli.
Hann spælir eisini innandura fótbólt, minst 2-3 ferðir um vikuna, saman við vinmonnunum, og um summarið er hann fastur fúsur í "Lunch United". So hóast aldurin, so manglar viljin ikki.
Birgir er sera hugnaligur at vera saman við, altíð við tí skemtiliga, men
skal tað vera álvarsamt, so liggur hansara partur ikki eftir.
Í enskum fótbólti er hann íðin Manchester United viðhaldsmaður.
Børnini eru: Virgar, 26 ár, Jørgen, 24 ár, Leila, 20 ár, og Allan, 18 ár.