Í dag, 16. september, fyllir Birgir Andreasen, handilsmaður í Havn, 60 ár. Birgir er best kendur sum Birgir í Idé-Møblum. Hann hevur verið ímyndin av møblasølu í høvuðsstaðnum seinastu 35 árini.
Birgir er ættaður av Oyrarbakka, sonur Annu og Joan Petur Andreasen og er giftur Elsebeth, sum er ættað av Eiði. Birgir og Elsebeth eiga døturnar Joan og Beintu umframt ommu- og abbabørn.
Hóast Birgir hevur fingist við møblar í langt yvir 30 ár, so var hann ein drivin forrætningsmaður, tá hann byrjaði. Hann var valla fyltur 20 ár, tá hann tók yvir ein matvøruhandil í Tórfinsgøtu í Havn, og fyri ta tíð var hann í læru á amboðsdeildini hjá Thomas Dam í N. Finsensgøtu.
Tað var í 1979, at Birgir og Elsebeth leigaðu seg inn í bygningin hjá P/F Jákup á Dul við Staravegin í Havn og byrjaðu eina eftir tátíðarmetum risastóra møblasølu.
Í 1982 bygdu tey stóran bygning við síðuna av, har ið Skemman er í dag. Hesin bygningur var 2.200 fermetrar til víddar. Í 1988 var so tann rættuliga stóri bygningurin bygdur við Hoyvíksvegin, har sum Posta er í dag. Nógv vóru tey, ið allarhelst hildu, at Birgir spenti bogan í so høgt, men hann trúði upp á ætlanina – sum kundi havt eydnast, um ikki ógvusliga búskaparkreppan skræddi beinini undan virkseminum.
Í 1991 byrjaðu tey aftur í smáum í leigaðum hølum hjá Berg Motors – og frá fyrsta degi gekk væl hjá teimum. Árið eftir lótu tey upp størri handil í bygninginum hjá Havnar Timburhandli, har tey vóru til 2000, tá flutt varð í nýggja, stásiliga bygningin, sum er góðar 4.000 fermetrar til víddar.
Umframt handilsvirksemið hevur Birgir Andreasen saman við øðrum skipað fyri um hálvt hundrað túrum til Rumenia við neyðhjálp. Arbeitt verður útfrá barnaheiminum Betania í Uricani í Rumena, sum Føroyingar byrjaðu eftir at Causesko fall seinast í áttati árinum. Á barnaheiminum eru 23 børn.
Fyri trimum árum síðani byrjaði Birgir saman við Páll Mørkøre á Eiði eitt skúlaprojekt í Rumenia. Í skúlanum ganga 30 børn, sum fáa undirvísing, mat og klæðir. Skúlaprojektið hevur vakt ans hjá myndugleikunum.
Birgir er eisini við í leiðsluni í Zarepta, og hevur hann seinastu árini saman við øðrum staðið á odda fyri tí stóru útbygging, sum fer fram í Zarepta í Vatnsoyrum.
Føðingardagin er Birgir staddur uttanlands saman við familjuni.