Hósdagin 23. juli læt framsýningin hjá Birgari Johannessen upp í Smiðjuni í Lítluvík. Talan er um eina framsýning í sambandi við at Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár. Evnini eru fleiri á framsýningini, t.d. er søgan um tey 49 fólkini, sum vórðu fødd í Havn í 1909 at síggja í myndum og teksti. Í 1909 búðu 1814 fólk í Havn, 870 mannfólk og 944 konufólk.
Á framsýningini er annars nógv áhugavert at síggja sum t.d. fyrsta føroyska studentarhúgvan, sum Hansy Elisabeth Tausen seymaði í 1950 á ?Magasin Du Nord? í Keypmannahavn. Har eru nógvir ymiskir lutir sum t.d. modellbilar, modellskip og hópin av myndum, sum sýna hvussu Havnin er broytt hesi seinastu meira enn hundrað árini. Har eru yvir 70 fløskur frá Restorffs Bryggjarí. Tær flestu eru frá 50, 60, og 70-unum, men onkur er nakað væl eldri enn tað.
Eisini er eitt eintak á framsýningini av upprunaplátuni ?Kenna tit Rasmus, Rasmus í Gørðum?. Plátan er frá 1958 og er ein av okkara kendastu gramofonplátum.
Umhvørvið kring Smiðjuna er gjørt hugnaligt, við tað at borð og stólar eru sett upp uttanfyri og góður 50- og 60-ara tónleikur er at hoyra.
Birgar Johannessen sigur, at síðan framsýningin læt upp, hava nógv fólk vitjað alla tíðina, og hann roknar við at enn fleiri fara at koma á ólavsøku. Opið er hvønn dag frá umleið kl. 14 og langt út á kvøldið, so leingi sum fólk koma. Framsýningin heldur fram til 5. august.










