Birgar opnar Havnará

Har onnur tosa, ger Birgar Johannesen nakað við tingini. Við flamingo, pappi, pappíri og lími er hann í ferð við at skapa eitt fullfíggjað model av miðbýnum í Havn, har Havnará er latin upp, og har Vaglið er ein grøn fløta

Tað er einki sum eitur. Fer Birgar Johannesen í holt við nakað, so er tað púra vist, at hann leggur nógv fyri. Eitt nú er hann kendur sum maðurin handan søguliga verkið um høvuðsstað okkara, har hann hevur leitað seg fram til nøvnini á túsundtals havnarborgarum – og har fjórða bindið nú er ávegis. Plátusavnið er drúgvari enn hjá teimum flestu. Hann hevur skrivað bøkur upp og niður um, nær tað regnar í Havn, og savn hansara av søguligum lutum fær ikki annað enn verið merkisvert.

Seinastu mánaðirnar er tó ikki nakað av omanfyrinevnda, ið hevur tikið mestu tíðina hjá Birgari, sum nú aftur hevur tveitt seg yvir eitt nýtt og hugtakandi projekt. Nevnliga at byggja eitt modell av Miðbýnum í Havn. Ella rættari sagt – Miðbýnum, soleiðis sum Birgar kundi ynskt sær hann.


Hevði ongar royndir

Verður hugt at myndunum, so er skjótt at fáa ta fatan, at her er talan um mann, sum frá barnsbeini av hevur bygt model-skip, -bilar og –fløgfør, men soleiðis er als ikki, er Birgar skjótur at siga.

- Eg hevði als ikki fingist við nakað líknandi. Men tankin er sprottin úr kjakinum, sum mangan hevur verið um Miðbýin. Har hava verið panelfundir, og tekningar í hópatali eru lagdar fram. Men tá hetta er gjørt, so verður tilfarið pakkað niður, og so er friður næstu fimm árini.

- Tí hugsaði eg við mær sjálvum, at tað kundi verið áhugavert at gjørt eitt modell av Miðbýnum. Eitt slíkt kann jú ikki pakkast niður á sama hátt, so tað helt eg vera ein áhugaverdan tanka. Men eg hevði ikki ánilsi fyri, hvussu eitt slíkt modell skuldi gerast.

- Eg byrjaði tó spakuliga. Eg valdi mær Degns hús, og so fór eg við tummastokki at finna øll mátini. Eg helt, at eitt støddarlutfall á 1:100 var hóskandi, og so byrjaði eg. Fyrstu royndirnar gjørdi eg við modelervoks, men tað var eitt sindur trupult at fáast við. Tað tornar skjótt, og tað vigar eisini nógv. So eftir nøkur fá hús stóð mær greitt, at eitt slíkt modell fór at viga fleiri tons.

- Flamingo er hinvegin lætt tilfar, so eg royndi eisini við tí. Men har var trupulleikin, at tað er óluksáliga trupult at mála á, so tann ætlanin varð eisini slept.

- Tá var tað so, at eg fann uppá, at brúka papp. Eg fór undir at skera, klippa og líma, og skjótt sá, at eg hetta fór nokk at rigga. Tað var tó framvegis ein avbjóðing at fáa bygningin at taka seg rætt út. Tekur tú Degns hús, so er grunin jú lagað, meðan takið er av flag. Eg fann tó fram til, at ein donsk fyritøka, Panduro, hevði hópin av smálutum til slík endamál, so har havi eg fingið “grót”, sum er so havi límað á. Flagið fekk eg skil á við at keypa grøn handklæði hjá Skemmuni, og soleiðis eru avbjóðingarnar loystar so við og við.

- Tí tað er bara hugflogið, sum setir markið, og í dag tori eg at siga, at eg altíð finni eina loysn. Tað er jú eisini so, at hetta melur støðugt í høvdinum, so t.d. kann eg gott fáa okkurt hugskotið, meðan eg keypi inn í Miklagarði og síggi onkran lut. Tá hugsi eg kanska, at hatta kundi riggað til tað og tað endamálið.

Eitt er at byggja. Annað er, at nógv er brotið niður hesa tíðina, sum Birgar hevur bygt býin av nýggjum.

- At byrja við gjørdi eg bara húsafacadur. Men so kom eg eftir, at tað riggaði betur at gera alt fullfíggjað. So eg tveitti eina rúgvu av bygningum burtur, og havi síðani gjørt teir av nýggjum, sigur Birgar.


Alt hondgjørt

Har saksur, papp og lím ikki røkkur til, hevur Birgar støðugt funnið upp á aðrar, kreativar loysnir.

- Tað eru jú loysnir, sum tú finnur uppá, meðan arbeiðið er ígongd. Eg havi nevnt handkløðini, sum eg brúki til flagtak. Aðrastaðni havi eg nýtt sandpappír sum tjørupapp, og eitt nú kann eg nevna, at ketan, sum er um Tinghúsvøllin, er gjørd úr svørtum pappírsclipsum, sum eg havi hektað saman.

- Og so eri eg eisini errin av at siga, at her er alt gjørt við hond. Ikki ein tann einasta detalja er gjørd við hjálp av teldu ella øðrum líknandi hentleikum. Sjálvur haldi eg, at verður eitt slíkt modell teldugjørt, so verður alt so sterilt. Við at byggja alt sjálvur verður modellið so nógv meira livandi, haldi eg.

Men hvussu ber tað til, at tú yvir høvur hættar tær undir eitt slíkt arbeiði?

- Tað veit eg ikki, og tað visti eg heldur ikki, tá eg byrjaði. Men tú verður bitin av hesum. Og tá eg sá, at tað væl bar til, so havi eg bara herjað á.

- Hetta er jú rættiliga einfalt. Tú skalt hava flamingo, papp, pappír og lím, so hetta er heldur ikki serliga kostnaðarmikið. Hartil krevst so eitt ávíst hugflog, og annars eitt øgiligt tol. Tí tað nyttar ikki at sita og ilskast um onkran smálut, sum ikki riggar. Tá verður úrslitið ikki nóg gott, og so er betur at taka ein steðg tað kvøldið.

- Einasta avmarkingin, sum eg havi, er tíðin. Hetta er jú ikki tað, sum eg livi av, so eg fái ikki brúkt allan dagin um hetta. Eg kundi annars væl hugsað mær at gjørt eitt munandi størri model. T.d. kundi tað víst Havnina, sum hon sá út fyri 100 árum síðani. Hópin av myndum eru tøkar frá hesum, og tí hevði tað væl borið til at endurskapað allan býin, og eg ivist ikki í, at tað er nakað, sum kundi lokkað fólk til eina framsýning. Men har er tað so, at tíðin avmarkar, hvussu nógv kann byggjast.


Framsýning á ólavsøku

Hóast arbeiðið hevur verið ígongd í skjótt nógvar mánaðir, so er tað ikki fyrr enn nú, at fólk hava sæð fyrstu myndirnar av tí, sum Birgar hevur bygt. Fyrst og fremst, tí byggiharrin sjálvur ikki hevur viljað víst nakað fram, sum hann ikki veruliga vil standa inni fyri.

- Eg hevði jú ikki ánilsi fyri, um eg dugdi hetta ella ikki. Royndirnar hava verið nógvar, men nú tori eg at siga, at eg eri mest sum professionellur innan hetta slag av bygging. Eg haldi sjálvur, at hetta er óluksáliga stuttligt, og eg tori at vísa hetta fram.

Enn eru ikki allir bygningarnir lidnir, men talan verður um eitt veldugt verk, sum ætlandi skal sýnast fram á ólavsøku.

- Samlaða modellið verður á leið tríggjar ferðir tríggjar metrar. Tað fevnir um økið frá Amtmansbrekkuni niðan móti losjuni – oman til Frelsunarherin og so oman til Miðlahúsið. Modellið er púrasta autentiskt, men tó havi eg gjørt tvær broytingar.

- Onnur er, at Havnará verður latin upp frá Glade Hjørn og oman til Amtmansbrekkuna. Eg havi so gjørt tríggjar brýr, so fólk kunnu ganga tvørtur um ánna.

- Hin er, at eg havi broytt Vaglið til eina grøna fløtu, heldur enn at lata tað vera parkerinsøkið. Hetta er jú mítt uppskot til, hvussu Miðbýurin skal síggja út, og tí havi eg gjørt tað so, sum eg hevði ynskt tað, sigur Birgar.

Ætlandi verður talan um framsýning á ólavsøku, men enn er slettis ikki greitt, hvar hendan verður.

- Eg havi ikki tosað við nakran enn um tann partin, men eg ivist ikki í, at tað fer at bera til. Modellið sjálvt kemur at standa á flamingo-plátum, so hæddarmunurin eisini kann gerast autentiskur. Fólk og bilar verða á gøtunum, og í Havnará ætli eg mær, at livandi kombikk skulu svimja. Skal tað gerast, so skal tað gerast ordiliga, og tað er eisini tað, sum eg ætli mær, sigur Birgar.