Humanbiologisk ella mannalívfrøðilig gransking hevur verið nevnt sum ein møgulig inntøkukelda fyri tað føroyska samfelagið. Eitt nú arvaeindirnar hjá føroyingum eru somikið spennandi, at tað verður hildið vera sannlíkt, at útlendskar fyritøkur vilja fáa stóran áhuga fyri hesum. Enn hevur ikki tann nógva vinnuliga granskingin stungið seg upp í Føroyum, men í okkara grannalondum síggjast fleiri dømi um, at tað ber til at fáa arvaeindirnar at skapa inntøkur.
Eftirlit
Tá gransking skal gerast í Føroyum, ið viðvíkur mannalívfrøði, so er tað Vísindasiðseminevndin, sum skal geva loyvi. Í kunngerðini fyri nevndina stendur at lesa, at nevndin skal tryggja at royndarpersónurin verður vardur, og at møguleiki verður skaptur fyri nýggjari virðismiklari vitan.
Formaðurin fyri Vísindasiðsemisnevndini, Høgni Djurhuus, yvirlækni, sigur, at nevndin metir tað sum sína uppgávu, sambært galdandi lóg, at syrgja fyri, at tey, ið verða granskaði, eisini eru væl vard.
? Fólk skulu bæði munnliga og skrivliga vera kunnaði um, hvat tey eru við í og skulu hava høvi at siga nei. Tað er ógvuliga umráðandi hjá Vísindasiðseminevndini, at fólk ikki verða misnýtt, sigur Høgni Djurhuus.
Vísindasiðseminevndin hevur til uppgáva at góðkenna verkætlanir, áðrenn hesar fara ígongd. Allar granskingarverkætlanir innan mannalívfrøði detta á borði hjá nevndini. Síðani Høgni Djurhuus varð valdur sum formaður í 2000, hevur nevndin gingið øllum umsóknum á møti.
Nevndin var fyri hørðum atfinningum, tá táverandi landsstýrismaðurin, Bill Justinussen, valdi nýggjar nevndarlimir eftir løgtingsvalið í 2002. Men formaðurin fyri nevndina vísir aftur, at tað hevur broytt grundarlagið undir arbeiðinum hjá nevndini.
? Tað eigur ikki at verða nakar munur á avgerðunum hjá nevndini, líkamikið hvør mannar nevndina, sigur Høgni Djurhuus.
Avgerðirnar hjá føroysku Vís-indasiðseminevndini kunnu kærast til Central Videnskabelig nevndina í Danmark.
Biobanki broytt nógv
Formaðurin í Vísindasiðsemi-nevndini hevur áður eftirlýst einum biobanka. Og tað ger hann framvegis. Ein biobanki er fyrst eitt stað at goyma upplýsingar og royndir. Allar royndirnar kunnu verða savnaðar á einum stað. Vísindasiðseminevndin setir sum treyt, at verða royndir og upplýsingar fluttir av landinum, so skulu hesir burturbeinast eftir, at kanningarnar eru lidnar. Royndir og upplýsingar mugu undir ongum umstøðum goymast uttanlands.
? Fáa vit ein góðan forsvarligan biobanka í Føroyum, so kunnu upplýsingarnir savnast á einum stað. Hetta vil gagna granskingini almikið. Tað kann so lánast úr biobankanum til ymsar verkætlanir, og latast aftur til biobankan, sigur Høgni Djurhuus.
Formaðurin í Visindasiðsemi-nevndini heldur, at mann sum er missur myndugleika á royndum og upplýsingum.
? Fyrimunurin er eisini, at fólk kunnu vera anonym. Tað ger, at tann einstaki verður vardur - samstundis sum vit jú eisini varðveita vitanina í Føroyum, sigur Høgni Djurhuus.
Ein biobanki vildi verið til fyrimuns fyri allar partar, hevur Høgni Djurhuus áður víst á.Ikki minst fyri at skapa eitt granskingaumhvørvi í Føroyum.
Men ein biobankin er ikki einasta loysnin. Tað er ikki Vísindasiðseminevndin, sum stendur í vegin fyri, at fleiri og meira umfatandi verkætlarnir kunnu byrja.
? So leingi verkætlanirnar eru releventar, vísindaliga brúkbarar og fólk kunnu verja seg og eru kunnaði og hava møguleika ikki at vera við, so kann Vísindasiðseminevndin ganga við til at góðkenna hesar, sigur Høgni Djur-huus.
Politiskt hevur leingi verið tosað at stovnseta ein tílíkan biobanka, men hann hevur framvegis ikki sæð dagsins ljós. Málið er aftur uppi og vendir í breiðu samgonguni.
Etisk råd - ikki neyðugt
Enn hevur mannalívfrøðiliga granskingin í Føroyum ikki skapt teir stóru kjakspurningarnir í samfelagnum, men í okkara grannalondum hava tílík evni oftani ligið ovast á breddanum. Í Danmark er eitt etisk råd, sum skal viðgera fløktar etiskar spurningar, sum fara longur enn tað mannalívfrøðiliga.
? Etisk råd í Danmark er mannað við seytjan fólkum við ymsum bakgrundum. Vit hava eitt løgting í Føroyum við 32 tingmonnum, og tað eigur at vera nóg mikið at viðgera etiskar spurningar, sigur Høgni Djurhuus.
Høgni Djurhuus bíðar í løtuni eftir at verða skiftir út sum formaður. Mannagongdin er tann, at Vísindasiðseminevndin verður mannað av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Val var í januar, men enn er eingin nýggj nevnd sett. Tað er læknafelagið og landsstýrið, sum velja limirnar í Vísindasiðseminevndina.