Bingo! Nú kemur stóri Báru-vinningurin

Minni enn 17 ár eftir at felagið varð stovnað, verður spakin settur í til nýggja bygdarhúsið í Árnafirði leygardagin.
- Hetta er ein ótrúligur lætti, nú vit eru komin so langt, sigur formaðurin í Báruni, Atli S. Justinussen.

Hóast bert 60 limir eru í bygdarfelagnum Báruni, hevur felagið havt eina sera virkna og visjonera nevnd.
Felagið varð stovnað í 1990 við ætlan um eitt bygdarhús í Árnafirði, har ikki meiri enn eini 50 fólk búgva, - tey allarflestu komin væl til árs.
Ikki øll hava trúð at ein nakrantíð fór at koma so langt. Men leygardagin kl. 16 verður ein stór løta í Árnafirði, tá spakin verður settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í bygdini.
Tað verður borgarstjórin sjálvur, Steinbjørn O. Jacobsen sum fer at gera hetta á økinum, ið felagið hevur fingið til endamálið, beint við tunnilsvegin oman til bygdina.
- Ja, hetta er ein stór løta fyri okkum, kanst tú ætla, sigur Atli Justinussen við Sosialin. Ætlanin er at byggiarbeiðið skal byrja beinanvegin.
Tvey feløg eru komin við tilboðum um útgrevsturin, og fer hann væntandi at byrja um mánaðarskiftið mars/apríl.
Greitt er longu nú, at tað verða handverkarar hjá fyritøkuni Buison í Klaksvík sum standa fyri byggingini og teir hjá Norð-El sum leggja elektrisitetið inn.
Enn er ikki greitt, nær bygdarhúsið verður liðugt.

Góðir vinningar
Síðani bygdarfelagið Báran sá dagsins ljós fyri 17 árum síðani hevur nevndin arbeitt fyri at útvega bygdini eitt bygdarhús.
Hetta hevur millum annað verið gjørt við ymiskum peningasavnandi tiltøkum, bæði í Klaksvík men eisini á øðrum støðum, til dømis í ítróttarhøllini á Kambsdali.
Sigast kann at tey eyðkendu Báru-bingo’ini hava verið væl móttikin, serliga tí at vinningarnir vóru so góðir og serstakir, m.a. við bilum, motorsúkklum og øðrum vinningum.
Við øllum hesum tiltøkunum hevur tað eydnast felagnum at savna so mikið av peningi inn, at tey í dag fara at standa fyri einum fjórðingi av byggikostnaðinum.
- Lat meg bara sláa fast, at tað eru ikki øll hesi tiltøkini sum hava givið pening í kassan. Summi góvu undirskot, meðan onnur hava kastað væl av peningi til felagið, sigur formaðurin í Báruni, sum fær roknskap sín gjørdan hjá skrásettum grannskoðara.

Ongatíð mist vónina
Tey fyrstu árini varð skipað fyri 12-14 peningasavnandi tiltøkum um árið, meðan talið er fækkað nakað tey seinnu árini.
Hetta hevur kortini ikki merkt, at Atli og hansara fólk hava mist vónina um at fáa heimbygdini eitt vala bygdarhús.
- Nei, vit hava ongatíð mist vónina, hóast forðingar av ymiskum slagi hava verið á vegnum.
- Nú, borgarstjórin fer at seta fyrsta spakan í leygardagin, eru vit sera glað, sigur Atli Justinussen.
Nevndarlimirnir hava við gleði kunnað staðfest, at bygdarfólkið og fólk aðrastaðni hava tikið sera væl undir við ætlanum felagsins.

Størri pláss
Eftir at felagið var stovnað í 1990, eydnaðist tað longu felagnum at fáa eitt grundøki árið eftir har suðuri í bygdini.
Felagið metti hinvegin, at best varð at byggja eitt slíkt hús uttanfyri bygdina, millum annað fyri at ein kundi útvega nóg nógv bilpláss, eins og tørvur var á størri plássi, um tað skuldi verðið neyðugt við útbyggingum í framtíðini.
Roynt varð síðani at fáa eitt øki nærhendis tunnilsvegnum, og hetta eydnaðist so í august mánaði í fjør á hesum staði. Á sunnara armi á vegnum oman til bygdina liggur matrikul nr. 88b, og her er tað at bygdarhúsið skal liggja.
Tað er byggifrøðingurin Sverri Michalsen í Norðdepli, sum hevur teknað nýggja bygdarhúsið. Húsið verður í tveimum hæddum og fer at kosta um 8 mió krónur.
At fíggja byggingina fer felagið sjálvt at útvega 2 mió, meðan landið letur 2,2 mió og Klaksvíkar kommuna 2,2. Restin verður fíggjað við lánum.



Tvey hús í bygdini - OK
Hóast tað fer at ganga nakað av tíð enn, til húsið sjálvt verður liðugt, hevur Atli longu gjørt sær sínar hugsanir um, hvat tað skal brúkast til.
- Her verður pláss til eini 300 fólk, so tað kann nýtast til mong ymisk endamál – bæði smærri og størri tiltøk, sigur hann.
Við so stórum húsi er møguleiki fyri at hava brúdleyp, fyrilestrar, skeið og annað virksemi. Hevur onkur hug at spæla sjónleik her, er tað ikki óhugsandi ella ógjørligt. Tað er, sum Atli tekur til, skjótt at seta ein pall upp.
Spurningurin er hinvegin, um ein so lítil bygd hevur tørv á – og ikki minst megnar at reka! – eitt slíkt bygdarhús. Á jólum varð nýtt Kappróðrarneyst tikið í nýtslu – og nú aftur eitt bygdarhús.
- Jú, sigur Atli. – Vit hava brúk fyri báðum. Og faktiskt verður tað til fyrimunar fyri allar partar!
Hann hugsar sær til møguleikan, at eitt størri tiltak er í bygdarhúsinum, samstundis sum eitthvørt tiltak er í Kappróðrarneystinum. Tá verða møguleikar fyri samstarvi millum húsini.
- Tá kunnu tey í bygdarhúsinum gera mat, bæði til sínar gestir og til tey sum eru í neystinum. Á henda hátt kann ein stuðla hvønn annan.
- Hetta verður nettupp til styrki fyri okkum øll, sigur hann avgjørdur.



FAKTA
Bygdarhúsið í Árnafirði
Felagið “Báran” stovnað 4. desember í 1990
Hava arbeitt við at savna pening inn til bygdarhús síðani tá
Fingu byggiloyvi í august 2006
Leygardagin 17. februar 2007 kl. 16 verður spakin settur í
Útgrevsturin byrjar um mánaðarskiftið mars/apríl
Einki verður sagt um, nær bygdarhúsið skal takast í nýtslu
Kostnaðurin er mettur til 7-8 mió kr., harav felagið sjálvt útvegar 2 mió.
Bygdarhúsið skal kunna rúma eini 300 fólkum til ymiskt virksemi


Fyrsta brúdleypið bílagt
Tíðindini um at spakin nú fór at verða settur í fyri nýggjum bygdarhúsi í Árnafirði, komu út fyrr í vikuni.
Hesi vórðu ikki meiri enn útkomin, tá telefonin ringdi hjá formanninum í Báruni, Atla Justinussen.
Eitt par ætlar at gifta seg í framtíðini, og tey vildu spyrja seg fyri um gjørligt var at halda brúdleypið í nýggja bygdarhúsinum í Árnafirði.
- Tey ringdu til mín fyri lítlari løtu síðani, og tey fingu sjálvandi játtandi svar, sigur Atli, nú vit hitta hann á staðnum, har bygdarhúsið skal liggja seinnapartin í gjár.
Enn er ikki avgjørt, nær húsið verður liðugt. Men ein kann í øllum førum staðfesta, at tørvur er á einum slíkum í Árnafirði.